Seyðahundasamband Føroya
Veðrið var ikki gott í morgun 1 november. tá ið kappingin skuldi byrja kl 08.00 og avgjørt varð tí at útseta kappingina 1 tíma, og tá bleiv fínasta veður at hava kappingina.
Kappingina vann Tummas Jacobsen við hundinum Moss. Nr 2. var Tóki Berg Mikkelsen við Irpu og nr. 3 var Anna Sofía Fjallheim við Midge.
Føroya besti hundur frá kappingarárinum 2024-2025 rennur undan øllum hinum aftur í ár, vit tosa um hundin Moss og hundaførarin Tummas jacobsen. Nú tvær kappingar hava verið hevur Moss vunnið báðar kappingarnar sum hava verið og hevur tí fult stigatal, 14 stig.
4 teir bestu hundarnir sleppa til EM, og sum tað sær út nú, so fer Moss avstað við tí eina plássinum, meðan hini 3 plássini er alt opið, og spennandi verður tí at fylgja við.
