Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.10.2025 22:39

120 lið við í Við Løkin Cup 2025

Screenshot

Tíðindaskriv/ NSÍ

Fyriskipararnir gleða seg til at taka ímóti teimum heili 120 liðunum, sum eru meldaði til stóru innandura kappingina, Við Løkin Cup, sum verður í Bylgjuni hetta vikuskifti. 

Liðini koma úr øllum landinum.

Kappingin er løgd til rættis sum ein hugnaligur dagur fyri øll – serliga fótbóltsáhugaðum familjum við børnum.

Á økinum kring høllina verður ymist at hugna sær við: Eitt tekniborð til børnini, møguleiki at spæla FIFA á staðnum, og so verður finalan um Løgmanssteypið víst á skíggja.

NSÍ-PYLSUVOGNURIN hevur opið alla kappingina. 

Leikarar fáa mat (franskan, kips og sunkist) sum longu er íroknaður tilmeldingargjaldið, meðan avvarðandi og onnur hava møguleika at keypa sær okkurt til matna á staðnum. 

Umframt pylsuvognin verður eisini ein NSÍ-kafé á staðnum, har tú kanst keypa tær ein drekkamunn og seta teg niður í kafé-kendum umhvørvi.

Sera nógv fólk verður í Bylgjuni í vikuskiftinum, tí mugu vit taka fyrilit fyri hvørjum øðrum, bæði inni, men ikki minst úti á parkeringsplássinum.

Dagførd kunning er altíð at finna á Facebook-tiltakinum hjá kappingini. Tað eitur “Við Løkin Cup 2025, Innandurafótbóltskapping” og er at finna á hesi leinkju https://www.facebook.com/events/1477412679912425

Annars er skráin fyri kappingina hendan:

SKRÁIN FRÍGGJADAG 31 OKT.

G11 

kl 17.15-18.15

liðini: NSÍ, Vespurnar, FC Føroyar

D11 (fyrri bólkur)

kl 18.20-19.50

Liðini: FC Hoyvík, NSÍ C, Gulir, Bassarnir, Hvítir, ÍF a

D11 (seinni bólkur)

kl 19.50-21.20

Liðini: Vespurnar, 160, veðrarnir, Jolly, Føroyar og ÍF b

D11 Finalumfar 

kl 21.30-21.50

U21/Vaksin

kl 22.00-23.00 

Liðini: Reyðir, Go ahead eagles, ÍF, Haramball,Tjubb Tjubb Xl, 23U

SKRÁIN LEYGARDAG 1.NOV

G6

kl. 08.00-09.08

Liðini: NSÍ gellurnar, Tær gulu kulu, Havnagellurnar, Skála gellur, Hoyvík

D5

kl 09.15-10.02

Liðini: HB, KÍ, B36, Føroya dreingirnir, NSÍ beiggjarnir, Skála og Sunda kúllar.

D6

Bólkur 1

kl 10.15-10.55

Liðini: Vespurnar, HB kúllarnir, B36 rokkar og kúllarnir frá Hoyvík

D6

Bólkur 2

kl 11.00-11.33

Liðini: Teir kulu kúllarnir, PSG, Føroyar, FC Strendur og Reyðu stjørnur

G7

kl 11.40-13.30

Liðini: B68, Hoyvíksgenturnar, B36 genturnar, Gulu gellurnar, Víkingagellurnar og KÍ gentur

G9

kl 13.40-15.45

Liðini: Vespurnar, Hoyvíksgenturnar, Rosinurnar, Ljósablátt, Ultras, ÍF og Víkingur

D9 

Bólkur 1

kl 15.55-17.04

Liðini: Pepsi Max, Strandboys, Hoyvík united, HB, NÍF

Bólkur 2

kl 17.10-18.53

Liðini: Jolly X, Garparnir, Ultimate team, FC Hoyvík, B68 og Argjafrensarnir

D11 SEINNA KAPPING

Bólkur 1

kl 19.00-19.59

Liðini: Amarillo, boys, Dólgarnir, HB garpar, JJ-BER

Bólkur 2

kl 20.05-21.05

Liðini: Teir gulu, FC kúllar, Gøtudreingir, KÍ boys 2025, HB er best

Finalubólkur

kl 21.10-21.25

D15

kl 21.30-22.30

Liðini: Sjeikarnir hjá Elias, Jayzinhos og Víkingur

SKRÁIN SUNNUDAG 02. NOV

D7 (Bólkur 1)

kl 08.00-09.19

Liðini: KÍ, HB-Føroyar, FC Hoyvík, AB og Vespurnar

D7 (Bólkur 2)

kl 09.30-10.41

Liðini: EB/Streymur, Sankta Frans kúllarnir, Pingo og Skála ultimate team

D8 (Bólkur 1)

kl 12.00-14.05

Liðini: Gult Prime, FC08, Barcelona, KÍ kúllar, Hvítir, EB/Streymur og Hoyvík boys

D8 (Bólkur 2)

kl 14.15-15.45

Liðini: Cool-boys, KÍ-skegg, Rúmdargrísar, Reyttsvart, Los Blancos og ÍF.

D13

Bólkur 1

kl. 15.55-18.00

Liðini: B68, Vespurnar, NSÍ, Laksarnir, HB garpar, Víkingur og KÍ dreingir

Bólkur 2

kl. 18.15-19.44

Liðini: White tigers, Vespubandin, Havnaboys, Døllimenn, Argjaboys og ÍF

kl. 19.55-20.18

Semifinala + Finalubólkur D13