Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur í dag skrivað undir viðtøkusáttmála við Maskinmeistarafelagið.
Avtalan inniber, at partarnir binda seg til at fylgja sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið fyri alment settar maskinmeistarar á landi, tá ið talan er um kommunalar setanir aðrastaðni enn hjá SEV og IRF.
 
 