Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.10.2025 22:22

Fjepparar í 2022 – Lyklaleikarar í 2025

Skíggjamynd

Mong í Eysturkommunu munnu minnast bláu ljósini og ýlandi sløkkiliðsbilarnar, sum koyrdu rekkjukoyring í gjøgnum alla Eystukommunu, undan steypafinaluni í 2022 millum Víking og KÍ.

Ein finala sum Víkingur vann 1-0 við brotssparkið frá Sølva Vatnhamar.

Á tí eina sløkkiliðsbilinum afturí í 2022, sótu nakrir væl ílatnir og ungir dreingir, við stórum víkingafløggum í hondunum.

Flestu føroyingar uttanfyri kommununa mundu ikki kennast við nøvnini tá. Men nú 3 ár seinni eru teir allir kendir á føroysku fótbóltsvøllunum.

Teir tríggir sum sótu ovast á sløkkiliðsbilinum hendan kalda oktober dag í 2022 vóru; Árni Nóa Atlason, Arnór Brandsson og Ingi Arngrímsson.

Nú try ár seinni, sita teir ikki við fløggum og heppað á sínar menn. Nú eru teir allir væl etableraðir víkingaleikarar. Árni Nóa Atlason er í løtuni tó leigaður út til Egersunds í Norra. Meðan Arnór og Ingi skulu sjálvir í dyst í morgin. Meðan nú eru tað aðrir fjepparar sum sita ovast á sløkkiliðsbilinum.

Arnór Brandsson og Ingi Arngrímsson til upphiting saman við børninum í Leirvíkar skúla fyrr í dag (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Video av finaludøgunum afturi í 2022 og mynd av teimum trimum kann síggjast her: