Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.10.2025 18:02

Viljormur komin heim til NSÍ

Mynd: Eysturoyarportalurin

NSÍ boðar í dag frá, at ein av teirra “egna” kemur heim. Viljormur Davidsen, sum er uppvaksin í felagnum men hevur verið nógv ár í útlegd, hevur í dag gjørt 3-ára sáttmála við barndómsfelagið.

NSÍ skrivar soleiðis:

34 ára gamli Viljormur Davidsen, ið er uppvaksin í felagnum, verður aftur at síggja í gulu blusuni komandi trý árini.

Viljormur flutti til Danmarkar sum bert 15 ára gamal, har hann spældi við ungdómsliðnum hjá OB. Viljormur hevur síðani umboðað fleiri feløg í Danmark. Viljormur var heima í Føroyum og vendi í 2012, har hann spældi tríggjar dystir fyri besta liðið hjá NSÍ, áðrenn hann aftur fór til Danmarkar at royna seg. Viljormur flutti til Føroyar í 2023, har hann síðani hevur spælt við HB. Viljormur hevur valt at koma aftur til barndómsfelagið, og tað gleðast vit um í NSÍ.

Vit vilja ynskja Viljormi hjartaliga vælkomnan heim, og gleða okkum at fylgja honum komandi trý árini.