Nýggja EB-húsið, sum verður bygt uppí núverandi høll á Eiði, er nú komið væl áleiðis.
Hetta sigur Eyðun Hammer, stjóri á byggifyritøkuni Sp/f Hammer Smíð, sum er høvuðsarbeiðstakari av verkætlanini.
Tann varð annars tann 17. juni í ár, at reisigildið varð hildið, tá ið uppíbygningurin/EB-húsið, varð reist.
Enn manglar tó nakað at gera, bæði innan og uttan. T.d., innan manglar bæði at fáa alt loftið uppundir, og at fáa lagt gólv á allastaðni. Samstundis, sum eisini nakað av el- og ventilatonsarbeiðið enn manglar at gerast liðugt. Og nakað av arbeiðið er eisini at gera uttanfyri.
Í nýggju hølunum vera venjingarhøli, felagshøli, og køkur, umframt fundar- og skrivstovuhøli. Harumframt ger kommunan eitt goymsluhøli til virksemið í høllini. Umstøður vera eisini at gera eini høli til virksemi hjá feløgum og áhugabólkum at nýta.
Húsið skal í høvuðsheitum hýsa Eiðis Bóltfelag, men samstundis skal uppíbygningurin/EB-húsið verða til gagn fyri allar borgarar í Eiðis kommunu.
Um alt gongur sum tað skal, so er ætlanin at húsið kann handast eigaranum áðrenn ársskiftið, sigur Eyðun Hammer, stjóri á Sp/f Hammer Smíð við Eysturoyarportalin.
Myndir: Eysturoyarportalurin




















