Fíggjarmálaráðið
27. oktober er ein varði í vælferðarsøguni. Hendan dagin í 2020 vórðu Samleikin og Vangin tikin í nýtslu. Og ferð bleiv av álvara sett á talgildu menningina í Føroyum.
Síðani tá hava føroyingar kunna avgreitt viðurskifti trygt og lætt, og tá tað liggur fyri. Hetta hevur spart tíð, gjørt gerandisdagin einfaldari, styrkt samskiftið millum borgarar og tað almenna og í heila tikið gjørt føroyska samfelagið meira nútímans.
– Talgilding er ikki bara tøkni. Tað er ein hornasteinur í vælferðini. Vit byggja eitt samfelag, sum er trygt og tíðarhóskandi. Vit skulu brúka minni orku upp á pappírsarbeiði – og meiri á tær uppgávur, sum krevja nærveru og umsorgan. Soleiðis tryggja vit vælferðina og styrkja vit Føroyar, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Seinastu árini hava víst hvussu nógv vit megna, tá ið vit menna í felag. Kommunur, vinnan og landið hava staðið saman um at menna felags loysnir, so at øll – uttan mun til hvar í landinum – hava somu góðu tænastu, trygd og brúkaravinsemi.
– Við Samleikanum og Vanganum hava vit tikið stór stig framá, og ferðin heldur fram. Nú standa nýggir møguleikar fyri framman – eitt nú videoviðtalur á Vanganum, har fólk heimanífrá kunnu hava læknaviðtalu, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Næsta stig verður at brúka Samleikin uttanlands. Tað merkir, at føroyingar fáa lættari atgongd til tænastur í Norðurlondum – til dømis tá ið vit fara niður í sjúkraørindum, flyta ella arbeiða uttanlands.
Tá ið Føroyar næsta ár fáa felags formansskap í Norðurlandaráðnum saman við Danmark, verður hetta eisini eitt av høvuðsevnunum á skránni. Norðurlond hava sum mál at gera tað lættari at brúka talgildar loysnir tvørtur um landamørk.
– Nú hava vit í Føroyum víst hvussu eitt samfelag kann flytast inn í talgildu framtiðina. Nú taka vit stigið út um landoddarnar og knýta okkum nærri umheiminum, so tað verður lættari at virka og flyta tvørtur um landamørk, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Talgildu Føroyar halda fram við menningini sambært heildarætlanini Talgildu Føroyar 2.0, sum Løgtingið samtykti í summar. Her verður vitlíki eitt týðandi amboð til at menna tænastur og gera tær enn meira gagnligar fyri borgarar og vinnu.
