Hondbóltssamband Føroya
Spennandi landsliðsvika stendur fyri framman hjá A-landsliðnum hjá monnum. Føroyar luttaka fyri fyrstu ferð í Golden League, sum verður leikt í Trondheimi í Noreg.
Talan er um kapping, sum verður fyriskipað av danska, norska og niðurlendska hondbóltssambandinum annaðhvørt ár. Eitt gestalið verður boðið við hvørja ferð, og er talan um Føroyar hesuferð. Leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Hósdagin kl. 19.30 Niðurlond – Føroyar
Leygardagin kl. 15.45 Noreg – Føroyar
Sunnudagin kl. 13.00 Danmark – Føroyar
Føroyska liðið venur í Føroyum mána- og týsdagin og ferðast síðani til Noregs mikudagin.
Kringvarpið vísir dystirnar hjá Føroyum.
