Sámal Sunnudag
“Landsstýrið skal halda fingrarnar langt burturi frá Arbeiðsloysisskipanini. Tað er enntá ásett í lógini fyri ALS.” Soleiðis verður formaðurin í stýrinum fyri ALS, Alfred Petersen endurgivin. Hann hevur biðið landsstýrið um at strika ALS av uppskotinum til fíggjarlógarlóg fyri næsta ár. Tað stendur svart upp á hvítt í §2A í ALS-lógini, at “inntøkur og útreiðslur grunsins verða ikki tiknar við á løgtingsfíggjarlógina”. Fakfelagssamstarvið hevur síðani verið úti og stuðlað stýrisformanninum.
ALS verður mangan umtalað sum nakað heilt serligt, sum ein sólskinssøga um at ein vælferðarskipan kann skipast við armslongdar-frástøðu frá løgtingi og landsstýri. Máliskan “halda fingrarnar frá” er annar ikki nýggj í ALS-høpi. Heilt afturi í 1999 var hendan yvirskrift at síggja: “Fakfeløg ávara: “Fingrarnar vekk frá milliónunum hjá ALS”. Og í 2006 var aftur galið. Tá hevði Løgtingið ítøkiligar ætlanir um at taka ALS frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.
ALS hevur mesta partin av síni tilveru livað í einum støðugum ótta at verða avtikið/umskipað. Og tað kann eisini setast spurnartekin við rættleikan í at hava eina so týðandi vælferðarskipan liggjandi hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum – sum um vit ikki hava álit á Løgtingið. Hóast ALS verður fíggjað við einum serstøkum gjaldi, ið verður lagt í ein serstakan grunn, er talan framvegis um ein skatt. Í lóg um Landins játtanarskipan stendur svart upp á hvítt: “§ 4. Allur beinleiðis og óbeinleiðis skattur, sum kravdur verður inn við heimild í lóg, verður førdur á fíggjarlógina.” Sambært bæði OECD og IMF er skattur at meta sum øll gjøld, ið tað almenna krevur inn uttan beinleiðis mótveiting. Í áratíggju hevur Landsgrannskoðarin fílst á, at fleiri stovnar og grunnar hava ikki verið við í fíggjarlógini og í landsroknskapinum.
Um almennir pengar verða lagdir í landskassa, kommunukassar, grunnar ella aðrar kassar er sum so líkamikið fyri heildarmyndina. Alt er partur av stóra almenna geiranum. At stórur partur av hesum pengum eru lagdir uttan fyri landskassan er fyrst og fremst fyri at forða Løgtinginum at fara eftir pengum “sum best ber til”.
Fakfelagssamstarvið óttast júst hetta og skrivar: “Hóast undanførslan hjá samgonguni er, at ALS bara verður ein konto á fíggjarlógini, sum er útreiðslu neutral, so er skjótt, at politiska skipanin fær tað hugskot, at broyta hetta, so peningur í ALS kann brúkast til onnur endamál, eitt nú, um peningur manglar í á fíggjarlógini.”
Tað er skil í at hava eitt “heingilás” á ávísum grunnum, soleiðis at politikarar ikki sleppa inn í tíð og ótíð, men tað slepst ikki undan, at ALS-gjaldið er ein partur av samlaða skattatrýstinum og at tað tí er avbera relevant at kjakast um hvussu stórt tað skal vera – serliga tá ið vit vita, at ALS-pengagrísurin longu er serstakliga feitur.
Sambært Taks gjalda vit umframt inntøkuskattin (lands-, kommunu- og møguliga kirkjuskatt) hesi gjøld, áðrenn vit fáa lønarútgjald: 1) Heilsutrygd, 2) Barsilsskipan, 3) Kringvarpsgjald, 4) Arbeiðsloysisskipan, 5) Arbeiðsmarknaðareftirløn, 6) Kravda eftirløn.
Hetta eru alt samalt pengar, ið Løgtingið ynskir skulu brúkast til “ávíst endamál” – ikki sum landskassin til “eitthvørt endamál”. Hetta er tað, ið tikið verður av áðrenn borgarin fær sína “tøku inntøku”, men eftir hetta koma eisini ein rúgva av avgjøldum og brúkaragjøldum.
Tilsamans hava vit eitt sera høgt skattatrýst, og hetta kemur eisini til sjóndar í okkara almenna geira, ið er bólgnaður upp. Skattatrýstið í Føroyum var sambært Hagstovuni 41,9 prosent í 2024 – 1,3 prosent-stig størri enn í 2023. Í Norðurlondum liggja Føroyar á øðrum plássi viðvíkjandi skattatrýst. Hægsta skattatrýst hevur Danmark við 45,4 prosentum – 3,5 prosent-stig hægri enn í Føroyum. Ísland hevur lægsta skattatrýstið – 11,3 prosent-stig lægri enn í Føroyum.
Sum nú er verður partur av føroyska almenna geiranum gaman í fíggjaður av Ríkinum, men so hvørt sum blokkurin verður skerdur, er tørvur á nýggjum inntøkukeldum. Men tað er neyvan skilagott, um Ruth Vang ætlar at “slakta pengagrísin” ALS fyri at tippa holið í landskassanum. Men ALS kann heldur ikki bara sleppa at fita seg sjálvan upp óavmarkað upp á kostnað hjá løntakarunum.
——————————————————————————–
Hvønn sunnudag skrivar Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, eina stutta viðmerking til okkurt mál, ið hevur verið uppi í vikuni. Talan er ikki um viðgerandi greinar, men um sjónarmið, ið kunnu leggjast afturat almenna kjakinum – sonevnd “causerie”. Longri viðgerandi greinar eru at finna á https://samalsdiary.blogspot.com/
