A-landsliðsleikarin og NSÍ miðvallarin, Brandur Hendriksson Olsen, bleiv illa skaddur undir venjing í gjárskvøldið, og skal undir skurð longu í morgin.
Sum skilst, so er tað meniskurin sum talan er um, og tískil kann roknast við at hann ikki verður at síggja á vøllinum í rúma tíð.
NSÍ spælir síðsta kappingardyst í hesum árinum í morgin, tá ið FM-vinnaranir KÍ, koma á vitjan við Løkin.
