Íslendski fótbóltsmiðilin Fótbólti.net, sum er nógv avhildin í Íslandi, hevur gjørt eitt yvirlit yvir bestu leikararnar í íslendsku bestu deildin hetta kappingarárið.
Býtt hevur verið upp í eitt slag av bólkum, har málmenn eru fyri seg, miðverjar fyri seg, miðvallarar fyri seg osv. Eitt útvalt panel, av bæði núverandi og fyrrverandi íslendskum leikarum, hava hesu ferð kosið bestu leikararnir í hvørjum bólki.
Í bólkinum “miðverjar” eru 5 teir bestu leikaranir kosnir. Eiður Aron Sigurbjörnsson (Vestri), Steven Caulker (Stjarnan), Hólmar Örn Eyjólfsson (Valur), Oliver Ekroth (Víkingur R.) og Gunnar Vatnhamar (Víkingur R.).
Og á 1. plássið, frammanfyri leikarar sum hava bæði leikt í ensku Premier League, 2. Bundesliga og Allsvenskan, er A-landsliðsleikarin og føroyingurin Gunnar Vatnhamar.
Og tað eru ikki hissini orð og rós, sum leirvíkingurin í Íslandi, fær á vegnum. Í niðurstøðuni hjá fótbóltspanelinum verður m.a. sagt soleiðis:
“Á 1. plássinum hesaferð er verjupartnarin hjá Ekroth hjá Víkingi Reykjavík, føroyski Gunnar. Hann og Ekroth mynda besta miðverjuparið í deildini og møguliga eitt av bestu miðverjupørunum í íslendskari fótbóltssøgu.
Gunnar Vatnhamar hevur broytt Víking Reykjavík til tað betra, síðani hann kom til felagið kappingarárið 2023. Hann var eitt óskrivað blað, men vísti skjótt hvussu góður leikarin hann er. Hann kann eisini fylla onnur pláss á vøllinum, men er bestur, tá ið hann spælir saman við Ekroth í miðverjuni.
Hann var eitt sindur skaddur mitt í hesum kappingarárinum, sum nú er farið at halla, og vísti tað seg eisini at sigursprosentið hjá Víkingum við honum á liðnum er munandi hægri enn tá hann ikki er við.
“Gunnar er dreymurin hjá einum og hvørjum venjara. Hann er sjálvandi eitt serstakt menniskja, tú kanst ikki lata vera við at elska hann til bitar. Hann er altíð til reiðar at ofra seg fyri liðið, til reiðar at ofra sína heilsu fyri liðið. Í grundini er hann ein ordiliga góður verjuleikari,” segði Sölvi Geir Ottesen, høvuðsvenjari hjá Víkingum nýliga í poddvarpinum hjá Fótbólti.net.“”
Umframt heiðurin sum besti miðverji, so tryggjaðu Víkingur Reykjavík og Gunnar Vatnhamar, sær íslendska meistaraheitið fyri nøkrum vikum síðani. Tað næsta hjá Gunnari síðani hann fór til Íslands at spæla.
Síðsti dystur í hesum kappingarárinum er leygardagin 25. oktober, tá ið Víkingur Reykjavík tekur ímóti Valur á heimavølli.
