Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.10.2025 15:43

Jens Eli 20 ára starvsdag

Mynd: Sunda kommuna

Sunda kommuna

Í dag hava vit hátíðarhildið 20 ára starvsdagin hjá Jens Eli Jacobsen, ið hevur verið partur av veitingareindini hjá okkum síðani 2005 og er varaformaður á eindini. Løtan varð hátíðarhildin saman við starvsfelagum og familju.

Í Sunda kommunu eru vit ríkað við nógvum góðum starvsfólkum, og Jens Eli er helst ímyndin av einum tænastusinnaðum, hjálpsomum og álítandi arbeiðsmanni. Jens Eli setur borgarin fremst, uttan mun til veðurviðurskiftir og árstíðir. Jens Eli ger alt fyri at tæna borgarunum. Hetta vóru nøkur av lýsingarorðunum, ið borgarstjórin, tekniski leiðarin og starvsfelagi nevndu um okkara góða og trúgva arbeiðsmann.

Vit í Sunda kommunu vilja takka Jens Eli fyri drúgva tænastu, og vit eru sera heppin at hava teg í starvi hjá okkum.

Myndir: Sunda kommuna

Spjaldur