Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.10.2025 10:59

150 ár síðani genturnar hvurvu

Søgan er bæði døpur og áhugaverd. Hon setti síni djúpu spor í lokalsamfelagið og hevur upp til dagin í dag hugtikið fólk.

Tað varð tann 14. oktober í 1875, um 10 tíðina um morgunin, tokan lág tjúkt millum fjallatindarnar, at tær báðar genturnar – 22 ára gamla Maren Susanne Hansen og 15 ára gamla Henrietta Sophie Toftenæs, gjørdu seg út til drúgvu ferðina til gongu, úr Leirvík, upp um Trælavatnskarð og Norðskálaskarð ella Skarðið undir Nøvini, og til Eiðis.

Ætlanin varð at ganga úr Leirvík til Svínáir, gista har og síðani ganga til Eiðis dagin eftir.

Har var ætlanin hjá teimum at verða og vitja í 14 dagar.

Maren Susanne, sum varð ættað av Eiði, var arbeiðskona og tænti í Niðristovu í Leirvík, meðan Henrieta Sophie var elsta dótturin í Útistovu í Leirvík. Maren Susanne skuldi til Eiðis at vitja familjuna, og fór Henrietta norður við henni til stuttleika.

Ongin veit hvør lagna teirra gjørdist. Hóast at tað er skrivað í kirkjubókini, at tað varð illveður um tað mundi, og tí møguliga skuldi verða orsøkin til at tær ongantíð vunnu upp hús, er heldur ivasamt.

Gitt hevur verið, og eru eisini onkrar ábendingar um tað, at tær møguliga vóru tiknar, ella burturfluttar av útlendskari skipsmanning.

Vitnisfrágreiðingar frá fólki, teir dagarnar tá ið tær hvurvu, hava sagt frá, at tvey skip, mest sannlíkt við hetlendingum, vóru sædd liggjandi út fyri Varmakeldu, og bátur hevði verið í landi har.

Ikki allir hetlendingar høvdu gott orð á sær, sambart føroyingum, tá ið tíðini.

Tvær vikur eftir at tær vóru farnar avstað, tann 31 oktober, komu grindaboð úr Vági/Klaksvík (nevnt hevur eisin verið í Sundunum). Har komu saman fólk bæði úr Leirvík og av Eiði og aðrastaðni við. 

Tá ið eiðismenn fregnaðust eftir, hvussu Marsonnu dámdi í Niðristovu í Leirvík, kom upp, at genturnar vóru ikki komnar leiðina fram til Eiðis.

So, tá ið grindamennirnir frá Leirvík komu heim aftur til Leirvíkar, varð farið at leita.

Í øllum norðara parti av Eysturoy vórðu nú fólk sett út at leita. Men einki tekin sást aftur til genturnar. Men leirvíkingar, ið vóru og leitaðu, funnu nær við bakkan undir Varmakeldueiði hespurnar og annað, ið Marsanna hevði havt í eskjuni hjá sær. Seinni fann ein útróðrarbátur lokið av eskjuni, sum var eyðkent, av tí at tað var so vakurt prunkað, norðuri á Funningsfirði.

Onkustaðni her á leiðini hava genturnar gingið lagnudagin 14. oktober 1875 (Mynd: Eysturoyarportalurin)

———–

Tað var í hesi tíðini, at Hetlendingar fiskaðu undir Føroyum. Teir lógu meginpartin av árinum við fiskiskipum sínum víða hvar rundan um oyggjarnar.

Hendan saman morgunin, Henrietta og Marsanna fóru úr Leirvík, lógu tvey Hetlandsskip úti undir Varmakeldueiðinum. Tey lógu fyri akkeri bæði; av tí innara kom manningin sum vanligt við báti inn til Fuglafjarðar; men frá hinum, ið lá nærri eiðinum, fór bátur rógvandi til lands inn undir eiðið. Hetta skuldi verða sætt frá Fuglafirði. Her á hesum landinum lá bátshaki og annað eftir á klettinum. Skipið sigldi um middagsleitið út aftur, uttan at nakar av manningini kom til Fuglafjarðar, sum annars vanligt plagdi at vera.

Tað er ikki at undrast yvir, at fólk fekk illgruna til hetta skipið, tí Hetlendingar vóru óflýggjligir, tá ið teir komu í land, og mennirnir í bygdini vóru burtur.

———–

Hendan sama morgunin, sum genturnar fóru til gongu úr Leirvík, var Jóhanna Maria um Á í Fuglafirði (Anna Maria Hansdóttir 1845-1926) uppi í bønum og setti niður epli. Hon sá eina slupp liggja úti á Pollinum nakað heimalaga, og hon sá bát rógva av henni inn á Toftanes í Fuglafirði. Og tá ið báturin róði yvir aftur til sluppina, tókti henni, at hon sá okkurt í bátinum, men hon tekti ikki, hvat tað var.

Sigga Jacobsen á Fløtti í Fuglafirði (1864-1934) segði hesa søgu frá móður síni Geila-Elsu (Else Johanne Mortensdatter 1841-1930):

Tann morgunin, sum leirvíksgentan og eiðisgentan blivu burtur, komu neytakonurnar við Gjógvará saman í Lonatúninum sum vanligt, og Elsa var ein av teimum. Sum vera man, høvdu tær sæð hetlandssluppina á Pollinum, men tær góvu henni ikki gætur, tí tað var so vanligt í tí tíðini, at sluppir lógu fyri akkeri inni á víkum og firðum.

Tær fóru til gongu, gingu um Vaðið í Gjógvará – Træbrúgvin var ikki komin tá -, eftir Sandinum út í Lið, eftir Dalagøtuni út gjøgnum Brekkur, og tá ið tær komu út í Torvstíggj, sóu tær at bátur legði frá sluppini á Polllin. Men tær hugsaðu ikki meira enn tað sama um tað og gingu niðan á Bólið og út eftir Heimara Dali eftir gøtuni. Tær flestu høvdu stokkar í hondunum og gingu og bundu, summar hosur og summar ermar.

Tær leypa um Breiðá, sum var lítil hendan dagin, og gingu út ímóti Kambsenni í neðra – neytini lógu á Ytra Dali.

Tá ið tær koma um sýnina, síggja tær neytini, sum liggja á biti, og tær síggja eisini fremmandamenn, sum koma niðan undir Hóvastein (Hóðastein), sum stendur á sýnini oman móti sjónum einar 500 metur burtur.

Tær steðga á og tala um, hvat beinast man vera at gera. Tí at hetta eru hetlendingar ella eingilskmenn er einki at ivast í.

Tær ræddust hesar menn og gjørdu av at venda aftur. Tær fóru at ganga kvikliga inneftir, og skjótt gingu teir undir sýn.

Tá ið tær vóru komnar hálva leiðina inn móti Breiðá, dagaðu teir undan úti á Kambsenni í neðra. Og tá ið teir sóu tær, fóru teir at renna.

Tær tveittu biðini av sær og runnu undan tað dýrasta, tær orkaðu, og teir aftaná.

Tær komu um Breiðá, og teir nærkast. Tær komu á Bólið, á Torvstíggj, og teir nærkast enn meira. Tær tuska oman Torvstíggj, og tá ber uppfyri, men tær hoyra teir koma stunandi í hølunum á sær.

Tær renna fyri lívinum meira, enn tær eru mentan, og alt líður inn ímóti bygdini. Men teir gevast ikki at renna eftir teimum, fyrr enn tær koma inn í Brekkur og Gjógvarágarður kemur undan. Tástaðni varnaðust teir heimafólkið og steðgaðu á, og so sluppu teir sær út aftur.

Og tá vóru neytakonurnar eisini so gott sum deyðar av møði og bangilsi.

Hendan dagin var tað, at leirvíksgentan og eiðisgentan hvurvu.

Hvat so er vorðið av teimum, hevur mangt verið gitt um, men einki er sannspurt.

Eini tjúgu ár seinni runnu neytakonurnar við Gjógvará aftur undan fremmandum fiskimonnum.

Og á sumri 1862 vóru menn av einum hetlendskum skipi komnir í land við Norðskála. Har vóru teir ónærisligir og harðligir í atburði. Tá eydnaðist at fáa ein mann dømdan.

———–

Genturnar báðar, Marsanna og Henrietta, hvurvu og spurdust ongantíð aftur, men hesin óhugnaligi og loyndarfulli tilburður, ið var so gátuførur, gekk ongantíð teimum, ið avvarðaðu, úr minni.

Keldur: 

Jóaltorv 1987

Fuglafjørður og fuglfirðingar 1, Landbúnaðarbygd. Steffan Stummann Hansen

Søga og søgn, A. Weihe

Leirvíkar bygdarsøga, Bind 1, Martin Fjallstein

Neytakonurnar úr Fuglafirði máttu renna hendan teinin undan hetlendska skipinum