Mynd: Landsverk
Nú nærkast av álvara til, at nýggi H-bygningurin verður klárur at taka ímóti komandi ættarliði. Hetta veit heimasíðan hjá Landsverk at siga í dag.
Vøggur standa nú klárar á H2, har nýggja burðardeildin kemur at húsast í framtíðini.
Sambært Landsverk, so kemur nýggja burðardeildin at hava tríggjar vælútgjørdar burðarstovur við m.a. føðikari.
Allar barsilsstovur vera einastovur við góðum plássi hjá pápum og avvarðandi við útsýni yvir Tórshavn og Nólsoyarfjørð.
