Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.10.2025 12:28

Landsliðið skrivar autografar í SMS

Leygardagin verður møguleiki at heilsa upp á manslandsliðið á Torginum í SMS - Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Leygardagin frá klokkan 15:30 verður høvið at heilsa upp á manslandsliðið á Torginum í SMS, har teir fara at skriva autografar.

Næstu dagarnar spælir A-landsliðið við monnum tveir HM-undankappingardystir á heimavølli. Hóskvøldið taka Føroyar ímóti Montenegro, og sunnudagin kemur Kekkia á vitjan.

Báðir dystirnir vera á Tórsvølli.

Í hesum sambandi verður møguleiki at hitta landsliðsspælararnar á Torginum í SMS leygardagin 11. oktobur frá klokkan 15:30 til 16:15.

Ókeypis plakatir av landsliðnum og autografkort vera at fáa, og spælararnir vera eisini tøkir til at skriva autografar og allarhelst verður eisini onkur sjálvsmynd tikin.

Síggjast á Torginum í SMS leygardagin klokkan hálvgum fýra.

Atgongumerki til landsdystirnar móti Montenegro og Kekkia fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.