Samrøða við borgarstjóran í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, á sínum 70 ára føðingardegið í dag 7. oktober.
Hugleitt verður um m.a. lívið hjá sjómanninum, havnafútanum, og borgarstjóranum av Langanesi, samstundis sum tosað verður um familjuna og serliga abbabørnini, sum hava givið lívinum hjá abbanum eitt øðrvísi innihald. Nomið verður eisini við politikk, móðurmálið og um nýggju bókina, sum kom út leygardagin á fagnaðarløtu úti í Løkshøll.
