Besta liðið hjá monnum hjá Víkingi vann í dag ein 3-0 sigur á TB í Sarpugerði í Norðragøtu.
Málini skutu Jákup Johansen meðan Olaf Bárðarson skeyt tvey. Víkingur leikti ein stóran part av dystinum við 10 monnum, eftir at Aron Jarnskor Ellingsgaard fekk seinna gula kortið og harvið reytt kort, í 26 minutti.
Í hálvleikinum vóru ávíkavist U13 dreingir og U15 dreingir hjá Víkingi heiraðir, eftir at tey gjørdust FM-vinnarar í ár.
Myndir: Turf Roof Productions/Eysturoyarportalurin












































































