Føroya Politi
Seinastu tíðina hevur nógv umrøða verið av neyðtøkuøkinum í Føroyum og av dómum í neyðtøkumálum. Føroya Politi hevur nú útgreinað hagtølini á økinum. Frá 2022-2024 eru sjey persónar dømdir í neyðtøkumálum. Trý mál endaðu við frídøming í rættinum.
Greiningin hjá Føroya Politi vísir, at politiið hevur stovnað 83 mál um neyðtøku seinastu trý árini. Í sjey førum eru persónar dømdir í neyðtøkumálum. Hesir sjey dómarnir fevna um 20 av teimum 83 skrásettu málunum.
Fleiri lógarbrot kunnu undir málsviðgerðini verða knýtt saman í eitt mál, eins og ein fráboðan undir viðgerðini kann verða skrásett undir fleiri málsnumrum. Tað ber tí ikki til út frá tølunum at staðfesta, at talan er um 83 ymisk brotsfólk ella 83 ymisk órættaði.
Allar fráboðanir verða kannaðar
Av teimum 83 málunum eru 21 mál enn áleikandi. Tað vil siga, at málini ikki eru endaliga avgreidd. Nøkur mál verða enn kannað av politinum, meðan onnur bíða eftir viðgerð í rættinum.
Nógv arbeiðsorka verður løgd í at kanna allar fráboðanir um neyðtøku, sum verða meldaðar til politiið. Frá 2022-2024 hava 11 mál verið, har kanningarbeiðið at enda varð steðgað. Orsøkin til hetta kann millum annað vera, at eingin brotsmaður er eyðmerktur í málinum, og at politiið hevur kannað allar møguleikar í málinum. Ein onnur orsøk kann vera, at hóast fráboðarin hevur havt ein illgruna um, at okkurt var hent viðkomandi, so hevur kanningararbeiðið í málinum víst, at viðkomandi ikki hevur verið í vanda.
Ikki øll mál enda í rættinum
Í tíðarskeiðnum frá 2022-2024 vórðu 28 neyðtøkumál ákærufrágingin. Tað merkir, at ákæruvaldið í hesum førunum gjørdi av ikki at fara í rættin við málinum.
Tað er ein sannroynd, at tað kann vera trupult at lyfta próvbyrðuna í neyðtøkumálum. Ákæruvaldið ger tó altíð eina ítøkiliga heildarmeting av øllum umstøðunum í málinum. Í hesa metingina innganga m.a. frágreiðingarnar frá tí órættaða, tí skuldsetta og vitnum, biologisk og teknisk spor, umframt tað, sum er farið fram áðrenn og aftaná sjálva hendingina.
Ákæruvaldið hevur skyldu til bert at fara í rættin við teimum málunum, har tað verður mett, at próvbyrðan kann lyftast.
Tá ið eitt mál verður ákærufrágingið, verður dentur lagdur á at greiða teimum órættaðu frá avgerðini og at vegleiða um kærumøguleikar.
Tað er týdningarmikið at melda
Vit mugu sum samfelag og ábyrgdarpersónar í størri mun upplýsa um samtykki og um at virða persónlig mørk. Hendan vitanin skal styrkjast serliga millum tey ungu, men eisini í samfelagnum sum heild. Vit mugu eisini tosa meira opið um at biðja um hjálp, tá ein hevur verið útsettur fyri kynsligum ágangi. Við áhaldandi upplýsing kunnu vit sum samfelag vera við til at fyribyrgja neyðtøku og kynsligum ágangi.
Neyðtøka er eitt álvarsamt lógarbrot, og tað er týdningarmikið, at neyðtøkur verða fráboðaðar politinum. Um tú hevur verið úti fyri neyðtøku ella øðrum kynsligum ágangi, verður mælt til, at tú meldar til politiið. Eisini um tú ivast, um tú hevur verið úti fyri eini brotsgerð. Les meira um mannagongdirnar, tá ið ein neyðtøka verður fráboðað politinum her.