Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 verður játtanin til Havstovuna hækkað við 500 túsund krónum. Endamálið er at tryggja, at Havstovan fær endurnýggjað og keypt tól og útgerð, sum eru neyðug í kanningararbeiðinum hjá stovninum. Harafturat verður eisini farið undir at skráseta fuglaveiðu.
Havstovan hevur sum høvuðsuppgávu at kanna fiskastovnar og havumhvørvið, so vit kunnu hava eina burðardygga og trygga nýtslu av okkara livandi tilfeingi. Vitanin, sum stovnurin savnar inn, liggur til grund fyri stovnsmetingum av fiskastovnunum, hvussu vit skipa fiskivinnuna, og er eisini týdningarmikil fyri altjóða góðkenningar sum MSC, ið tryggjar, at vit kunnu selja fiskavørur á bestu marknaðunum.
Eitt dømi um týdningin av at endurnýggja útgerðina eru streymmátararnir, sum Havstovan millum annað hevur brúkt í Bankarennuni síðani 1995. Við nýggjari útgerð verður møguligt at halda fram at fylgja við rákinum í havinum, sum hevur avgerandi týdning fyri fiskastovnar, havvistskipan og veðurlag.
Fyri at fáa eina størri vitan og betri innlit í teir fuglastovnar, ið verða veiddir í Føroyum, fer Havstovan undir at skráseta alla fuglaveiðu undir Føroyum. Við hesum hagtalsgrundarlagnum verður meiri vitan løgd afturat um, hvussu fuglastovnarnir verða ávirkaðir av veiðuni.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, sigur:
“Vit mugu tryggja, at Havstovan hevur bestu møguligu umstøður at røkja sín týdningarmikla leiklut. Við hesari játtan tryggja vit, at stovnurin fær neyðuga útgerð til at halda áfram við granskingini, sum gevur okkum álítandi vitan um fiskastovnarnar og havumhvørvið. Hetta er ein íløga í burðardygga nýtslu av okkara havtilfeingi.”
