Fróðskaparsetur Føroya
Fíggjarlógin 2026: Breið politisk semja er um, at stóra ungdómsfráflytingin er ein tann størsta sosiala og búskaparliga hóttanin móti samfelagnum. Tí er avgerandi, at íløgurnar í hægri útbúgving í Føroyum eru støðufastar og samanhangandi
Fíggjarlógaruppskotið fyri 2026 ber boð um sparingar í almenna geiranum. Langtíðarhaldførið í almenna búskapinum er undir trýsti – serliga vegna vaksandi ójavnvág millum talið av føroyingum í arbeiðsførum aldri og talið av føroyingum, sum eru farnir og fara um pensjónsaldur. Stutt sagt kunnu skattainntøkurnar ikki fylgja við vaksandi útreiðslunum.
Vit eru sannførd um, at Fróðskaparsetrið spælir ein avgerandi part, tá tað kemur til at tryggja framtíðar føroyska langtíðarhaldførið. Ovurstóra ungdómsfráflytingin upp á 40 prosent av hvørjum árgangi hevur við sær, at talið av føroyingum í arbeiðsførum aldri, sum búgva í Føroyum, er stagnerandi. Við at bjóða dygdargóðar og viðkomandi hægri útbúgvingar til ungar føroyingar – og skapa eitt gott lestrarumhvørvi við kampus og lestrarbústøðum – kunnu vit minka munandi um fráflytingina. Vit kunnu gera sum Ísland, sum við munagóðum íløgum í útbúgvingarverkið hevur megnað at minka fráflytingina niður í 10 prosent av hvørjum árgangi og harvið fingið eina vaksandi, vælútbúna arbeiðsmegi.
Á Fróðskaparsetrinum fegnast vit um politiska stuðulin til menning av kampus til Fróðskaparsetrið, til at raðfesta nýggjar lestrarbústaðir og til at veita teimum lesandi betri fíggjarligar umstøður. Alt hetta er sera týdningarmikið.
Samstundis vita vit, at fíggjarlig raðfesting av gransking og hægri útbúgving eru nakrar av teimum mest lønandi íløgunum, sum eitt samfelag kann gera. Ein kanning frá OECD vísir, at fyri hvørja krónu, ið eitt land leggur í hægri útbúgving, fæst tríggjar ferðir so nógv aftur í øktum skattainntøkum og sparingum.
Tískil vóna vit ikki, at Løgtingið aftur í 2026, eins í 2022, 2023, 2024 og 2025, fer at fremja generellar sparingar á Fróðskaparsetrinum. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 er ein generell sparing upp á 2,2 mió. kr. í 2026. Samlaða generella sparingin á játtanini hjá Fróðskaparsetrinum verður sostatt 11,3 mió. kr. fyri árini 2022-2026. Altso 11,3 mio. kr. minni til at bjóða út hægri føroyskar útbúgvingar – hvørt einasta ár tey komandi árini. Hesar sparingar eru framdar, samstundis sum at nýggj átøk sum t.d. at taka ein eyka flokk inn til sjúkrarøktarfrøði og til námsfrøði, eru raðfestar fíggjarliga av Løgtinginum. Løgtingið hevur sostatt raðfest ítøkiligar útbúgvingar á Setrinum, samstundis sum at generellar sparingar, ið raka restina av útbúgvingunum, eru framdar.
Um vit veruliga vilja bjóða ungum føroyingum dygdargóðar og viðkomandi hægri útbúgvingar, mugu íløgurnar í føroyska útbúgvingarverkið vera støðufastar og samanhangandi. Sagt verður vanliga, at tað tekur fimm til 10 ár at byggja upp eitt nýtt vitanarøki á einum universiteti. Sami tíðarkarmur ger seg galdandi fyri at fáa eina nýggja útbúgving í gongd av álvara. Tá útbúgvingar verða strikaðar, tekur tað eisini langa tíð, tí at tey lesandi, sum longu eru innskrivað, sjálvandi hava krav upp á at kunna gera útbúgvingina lidna, og hetta kann taka upp í fimm ár. Talan er sostatt um langtíðaríløgur í politiskum høpi. Bert at hugsa eina fíggjarlóg fram í senn er ikki nøktandi.
Vit vóna, at politiska skipanin framhaldandi vil raðfesta hægri útbúgving í Føroyum við støðuføstum og samanhangandi íløgum til frama fyri komandi ættarlið og langtíðarhaldførið í almenna føroyska búskapinum.
Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya
(Ein longri viðmerking til Barna- og útbúgvingarmálaráðið tann 6. juni 2025 kann lesast her.)