Fótbóltssamband Føroya
Ólavur Mikkelsen, venjari hjá U21 landsliðnum, hevur úttikið hópin til EM undankappingardystirnar móti Frankaríki og Sveis.
Never change a winning team!
Nakað soleiðis kann sigast um úttøkuna av U21 landsliðnum, sum í næstum tekur ímóti Frankaríki á Djúpumýru í Klaksvík, og Sveis á Tórsvølli.
Á tíðindafundi í Trinstovuni á Tórsvølli fyrrapartin mánadagin kunngjørdi U21 venjarin, Ólavur Mikkelsen hópin til komandi uppgávur.
Og eftir at hava fingið fullan pott í fyrstu trimum dystunum, ið Føroyar hava spælt í undankappingini til EM 2027, samstundis sum allir framvegis eru tøkir, er nokk eingin orsøk til tær stóru broytingarnar.
Tískil vóru tað teir somu 20, ið vóru á listanum hesaferð, sum eisini vóru við í sigrunum á Íslandi og Luksemborg fyri einum lítlum mánað síðani.
Hópurin
Rasmus Olsen, FC Suðuroy
Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur
Aron Reinert Hansen, B68 Toftir
Jákup Vilhelmsen, B68 Toftir
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Bjarti Thorleifsson, Skála
Torkil Úlvur Holm, TB Tvøroyri
Jónas Prior, 07 Vestur
Jógvan Gullfoss, B36 Tórshavn
Mattias Hellisdal, Vasteras SK (Svøriki)
Árni Nóa Atlason, Egersunds IK (Noreg)
Dávid Biskopstø Andreassen, KÍ Klaksvík
Heini Sørensen, HB Tórshavn
Ejvind Mouritsen, HB Tórshavn
Hanus Højgaard, B68 Toftir
Áki Samuelsen, Ranheim Fotball (Noreg)
Jóhan Josephsen, B68 Toftir
Aron Benjaminsen, Kristiansund IK (Noreg)
Dávid Reynheim, Torino FC (Italia)
Fríggjadagin 10. oktobur spæla Føroyar og Frankaríki á Djúpumýru í Klaksvík, og týsdagin 14. oktobur møtast Føroyar og Sveis á Tórsvølli.
Stigatalvan og leikskráin í bólkinum sæst her: U21 / EM 2025-2027