Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.09.2025 13:15

FM kappingar í fjallasúkkling í vikuskiftinum

Mynd: Reidar F. Joensen

Tíðindaskriv

FM kappingarnar í súkkling halda fram.

Sunnudagin 28. september varð kappast um føroyameistaraheitið í miðteini, eisini nevnt XCO.

Í opna bólkinum hjá monnum var Helgi Winther Olsen úr Fjallasúkklufelagnum fyrstur á mál við tíðini 1:35:49. Næstur honum var Hilmar Hansen úr Norðstrok við 1:52:57, og á triðja plássinum var Gunnar Dahl-Olsen úr Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag við 1:55:35.

Í bólkinum M40 vann Óli Hansen við 1:34:28, og Bogi Højgaard úr Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag gjørdist nummar tvey, eitt umfar aftanfyri.

Í bólkinum M50 vann Uni Heðinsson úr Norðstrok við 1:28:30, nummar tvey varð Eddie Magnussen við 1:44:56, og  nummar trý gjørdist Høgni Rúnason Øster úr Fjallasúkklufelagnum, tvey umfør aftanfyri.

Sí øll úrslitini frá FM í miðteini á Webscorer her.

Reidar F. Joensen tók hópin av myndum undir kappingini á miðteini sunnudagin og eru tær at finna á Facebook-bólkinum Súkkling í Føroyum her. Niðanfyri eru nakrar av teimum.