Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.09.2025 17:37

Myndir: Avdúking av minnisplátuni, tá pokurnar raktu Leirvík

"Pokubólkurin". Frá vinstru: Ásbjørn Jacobsen, Árni Jacobsen, Martin Fjallstein og Vagn Foldbo (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Seinnapartin í dag varð eitt lítið minnishald, við Krokvøllin í Leirvík, har minnispláta varð avdúkað í samband við pokunar, sum raktu bygdina fyri 300 árum síðani.

Tað varð borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, sum avdúkaði minnisplátuna.

Á skránni var eisini felagssangur, meðan Jón Rói Høgnesen sang ein kingosálm og Árni Jacobsen og Martin Fjallstein, frá “pokubólkinum”, søgdu nøkur orð.

Myndir: Eysturoyarportalurin