Trúboðin
Vikuskifti 7.-9. november hevur Heimamissiónin Stórmøti á Kambsdali.
Hvørt heyst hevur Heimamissiónin Stórmøti, har fólk úr øllum landinum savnast eitt vikuskifti at hoyra Guds orð, syngja saman, verða kunnað um arbeiðið og annars vera saman í andligum felagsskapi.
Stórmøtini ferðast kring landið, og í ár vera tey í Ítróttarhøllini á Kambsdali og í Miðnámi á Kambsdal.
Møtir eru hvørt kvøld, har føroyingar tala, ymisk kór syngja og har nógv annað er á skránni. Samstundis sum tiltøk eru fyri vaksin, eru tiltøk eisini fyri børn og juniorar. Ungdómsmøti eru eisini fríggjakvøld og leygarkvøld.
Sunnudagin er stóra tiltakið Simbahitt, har børn úr øllum landinum savnast til ein stóran sunnudagsskúla, og har eitt stórt barnakór syngur.
Evnið fyri Stórmøti í ár er ”Hjarta tykkara verði ikki óttafult!!
Tað er tikið úr Jóhannes evangelisti kapitul 14 og versini 1-11, sum júst er um hetta evnið.
Skráin fyri møtini verður kunngjørt seinni.