Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Í gjár vitjaði landsstýrismaðurin, Jóhan Christiansen, THOR í Hósvík.
Landsstýrismaðurin varð vístur runt í skrivstovuhølunum í Hósvík, og Hans Andrias Kelduberg, stjóri, greiddi frá menningini hjá felagnum. Frá tá fyrsta skipið varð keypt fyrst í 1990’unum, til stóra og umfatandi virksemið, sum í dag fevnir bæði um fiskivinnuvirksemi á sjógvi og landi og virksemi í frálandavinnuni við tilknýti til oljuvinnuna og til vindmyllulundir.
Bæði fiskivinnuvirksemi og frálandavirksemi hjá THOR eru í dag heimsfevnandi, og er felagið virkið í nógvum ymiskum londum og heimspørtum.
Á fundinum vóru mál viðvíkjandi fiskiskapi í føroyskum sjógvi og í altjóða sjógvi umrødd. Virðisøking og meirvirking av tilfeinginum varð umrøtt, og vísti Hans Andrias Kelduberg í hesum samanhangi á týdningin av, at fiskivinnan hevur varandi og tryggar karmar at virka undir.
THOR er ein spennandi fyritøka, sum hevur gingið undan á nógvum mótum. Tað er áhugavert at síggja, hvussu víðfevnandi virksemið hjá THOR er í dag, og ikki minst at hoyra, at hugurin at menna og royna nýggjar leiðir framvegis er stórur, sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður.