Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.09.2025 09:24

Fornminnisnevndin sett av nýggjum

Mynd: Almanna- og mentamálaráði

Almanna- og mentamálaráði

Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, hevur tilnevnt nýggja Fornminnisnevnd, sum nú er farin til verka

Fornminnisnevndin virkar sambært løgtingslóg nr. 19 frá 16. september 1948 um friðan av fornminnum og bygningum. Tríggir limir eru í nevndini, ein lógarkønur, ein bygningskønur og stjórin á Tjóðsavninum, ið er fastur limur í nevndini. Limirnir í Fornminnisnevndini eru Birgit á Heygum, advokatur, forkvinna, Ósbjørn Jacobesen, arkitektur og Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum

Fornminnisnevndin ger tilmæli til landsstýrismannin um friðing av bygningum og umliggjandi øki. Eisini tekur Fornminnisnevndin støðu til, um friðað fornminni kunnu verða tikin úr friðing, eitt nú tá ætlanir eru um bygging ella vega- og tunnilsgerð í økjum, har fornminni eru staðfest. 

Tað er avgerandi, at vit hava skipanir, ið verja og varðveita okkara mentanararv. Fornminni og søguligir bygningar eru ikki bert minnismerki um fortíðina, men eisini ein grundleggjandi partur av okkara samleika, sjálvsfatan og framtíðar menning. Arbeiðið hjá Fornminnisnevndini er ein týðandi liður í at verja og varðveita fornfrøðiliga og bygningaliga mentanararvin, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum.

Fornminnisnevndin er tilnevnd fyri fýra ár í senn.

Tjóðsavnið hevur skrivstovuhaldið fyri Fornminnisnevndina.

Á myndini: Landsstýrismaðurin saman við Fornminnisnevndini. Frá vinstru: Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, Birgit á Heygum, advokatur og forkvinna í nevndini, Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum og Ósbjørn Jacobsen, arkitektur.