Sunda kommuna
Í farnu viku var hátíðarhald á dagstovninum á Flatinum, tí heili fimm fólk høvdu starvsdag, og stovnurin gjørdist 35 ár.
Í síðstu viku var Bóli í Dagstovninum á Flatinum merkt av rættuligum veitsludámi, tá ið stovnurin gjørdist 35 ár, og heili fimm starvsdagar vóru at heiðra. Sólrun Dam og Lis Gregersen høvdu 35 ára starvsdag, Jana Madsen hevði 20 ára starvsdag, og Hjalmar Johannesen og Anna Maria Hansen høvdu 15 ára starvsdag.
Eisini hevði Dagstovnurin á Flatinum 35 ára føðingardag, hóast stovnurin sjálvur bert er 20 ára gamal. Dagstovnurin á Flatinum er framhald av dagstovninum á Oyri, sum lat upp í august 1990 – fyri 35 árum síðani.
Dagurin bleiv hildin við sangi frá børnunum, hugleiðingum frá Rosu Prestá, talu frá Eyðstein Zachariasen, handan av gávu og einum føðingardags køkuborði.
Eisini var ein myndaframsýning við gomlum myndum frá seinastu 35 árunum.
Sunda kommuna takkar Sólrun, Lis, Janu, Hjalmari og Onnu Mariu fyri árini. Takk fyri, at tit altíð hava verið so væl um okkara børn. At tit hava víst teimum kærleika, tolsemi og nærveru. Støðug og góð starvsfólk sum tit eru gull verd fyri okkara kommunu.