Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.09.2025 14:20

Toskakvotan á Flemish Kap hækkar aftur

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Ársfundurin í NAFO (Northwest Atlantic Fisheries Organization) varð hildin í Halifax í Kanada í døgunum 15.-19. september 2025.

Støddin á toskastovninum á Flemish Kap hevur verið skiftandi, síðani latið varð upp aftur fyri fiskiskapi í 2010. Limalondini eru samd um at lata toskastovnin koma fyri seg við at hava eitt varligt veiðitrýst. 

Nýggja fyrivarnis-meginreglan vísir, at stovnurin er væl fyri, og NAFO-Vísindaráðið mælti tí til eina hækking av mest loyvdu veiðu (MLV), sum samstundis tryggjar, at veiðan framhaldandi skal vera burðardygg. 

NAFO-limalondini samdust um eina hækking upp á 21,7%, og MLV varð ásett til 15.360 tons fyri 2026. Føroyski parturin av toskakvotuni er 22,35%, og verður føroyski parturin sostatt 3.433 tons, samanborið við 2.819 tons í 2025. Smærru kvoturnar av svartkalva og kongafiski eru tær somu ávikavist 187 tons og 69 tons.

Kanada lat í fjør upp aftur fyri fiskiskapi eftir toski á Grand Bank, har veiðibann hevur verið síðani 1993. Kanada hevur eina kvotu á 95% av MLV. Føroyar hava eina kvotu upp á 40 tons, samanborið við 20 tons í 2025.

Rækjustovnarnir á Flemish Kap og Grand Bank hava trupult við at koma fyri seg. Veiðibann hevur verið á Grand Bank síðan 2015 og á Flemish Kap síðan 2022. Limalondini vóru samd um at halda áfram við veiðibanninum, eins og Vísindaráðið mælir til. Kanningar vísa tó, at rækjustovnurin í kanadiskum sjógvi er vaksandi og útbreiðsluøkið broytt. Vísindaráðið fyrireikar nýggja stovnsmeting og eitt tilmæli um rækjuveiðu á Grand Bank til næsta ársfund.

Føroyska sendinevndin var mannað við umboðum úr Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, Vørn, Føroya Reiðarafelag og Felagnum Línuskip.

………………

NAFO er millumtjóða fiskiveiðifelagsskapur fyri útnyrðingspartin av Atlantshavinum. Føroyar eru limur í NAFO, tí Føroyar hava kvotur fyri tosk, svartkalva, kongafisk og rækjur í havøkinum, sum NAFO umsitur. Føroyski parturin av toskakvotuni er 22,35%.

Á ársfundinum verður støða tikin til mest loyvdu veiðu, stytt MLV, fyri tey fiskasløg, sum eru í NAFO-økinum. Hetta verður gjørt við støði í vísindaligu tilmælunum frá NAFO-Vísindaráðnum. Eisini verða onnur mál viðgjørd, eitt nú eftirlit, økisfriðingar, frágreiðingar og uppskot frá sáttmálapørtunum.