Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.09.2025 09:52

Evnisfrágreiðing um kommunubúskapin og eldraøkið

Landsbanki Føroya

Hósdagin 25. septembur leggur Búskaparráðið fram evnisfrágreiðing um kommunubúskapin og eldraøkið. Framløgan verður í Smæruni í Tórshavn klokkan 9:30.

Samstundis ynskir Búskaparráðið at kunna um, at ráðið hevur fingið nýggja heimasíðu, www.buskaparradid.fo, har eisini ber til at melda seg til tíðindabrøv frá Búskaparráðnum.

Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum, og at koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.

Limir í Búskaparráðnum eru:

Johnny í Grótinum, cand. polit., formaður
Jan Otto Holm, cand.merc. innan fígging og roknskap
Anja Rein, diplomútbúgving innan banka og MSc í leiðslu
Hans Ellefsen, PhD. í búskaparfrøði
Marjun Weihe Thomassen, cand merc. aef.

Skrivarauppgávan hjá Búskaparráðnum er við løgtingslóg løgd til Landsbanka Føroya at røkja.