ÍF skrivar soleiðis:
Í gjárkvøldi var aðalfundur hjá ÍF, og har var m.a. val av starvsnevnd og ungdómsnevnd á skrá.
Nevndirnar hava skipað seg soleiðis:
Starvsnevnd:
– Njal Reinert-Petersen, formaður
– Fríði Reinert-Petersen, næstformaður
– Atli Petersen, kassameistari
– Irdi Toftegaard, skrivari
– Fritleif í Lambanum, nevndarlimur
– Rói Dalsá, tiltakslimur
– Leif Andre Eliasen, tiltakslimur
Ungdómsnevndin:
– Mary Ann Zachariassen, forkvinna
– Lillian Jacobsen, næstforkvinna
– Klara Petersen, skrivari
– Pól Hans á Grønutúgvu, nevndarlimur
– Jenny á Lakjuni, nevndarlimur
– Rógvi á Lakjuni, tiltakslimur
– Palma Tausen, tiltakslimur
Sí fundarfrásøgn frá aðalfundinum niðanfyri:
Aðalfundur hjá ÍF tann 17. septembur 2025
Leif Andre Eliasen varð skotin upp til fundarstjóra og hann skeyt Jóan Paula Jacobsen upp til skrivara. Báðir vórðu góðtiknir.
Formaðurin, Njal Reinert-Petersen, greiddi frá farna ári, sum nýggja starvsnevndin hevur sitið. Tey hava lagt dent á tað fíggjarliga og ungdómsfótbóltin, harímillum U21-liðið. Samstarvið hevur riggað so mikið væl, at øll í báðum nevndunum ynskja at halda áfram. Tað fíggjarliga er í góðari legu, hóast nakrar íløgur hava verið framdar. Intersport og ÍF hava langa søgu saman, og hava eisini undirskrivað nýggja 6-ára avtalu.
Kristoffer Kvistgaard varð settur fyri at taka sær av besta liðnum og U21-liðnum. Harumframt hevur hann vant tey elstu av teimum yngru. Somuleiðis hava málmansvenjarin, Sjúrður Petersen, og kropsligi venjarin, Gunnar Hjelm, vant niðri í yngru deildunum.
Vøllurin, málgoymslan og ljósviðurskiftini standa nú fyri skotum. Verður tað upp til formannin, so standa málgoymslan og ljósviðurskiftini fyrst fyri.
Felagið eigur aldarinnar eldsál og felagið ynskir framhaldandi at styrkja felagsskapin. Ársveitslan verður 25. oktobur í inniverandi ári.
Formaðurin nýtti høvi at takka høvuðsungdómsvenjaranum seinastu 8 árini, Jóan Paula Jacobsen, fyri tíðina.
Mary-Ann Zachariassen, næstformaður í ungdómsdeildini hevði orðið vegna forfall hjá formanninum. Felagið hevur sett hol á nakrar hugmyndir saman við ungdómsvenjarunum og ÍF hevur fingið samstarvsavtalu við Brøndby Masterclass.
Eisini hon takkaði Jóan Paula fyri tíðina í ÍF.
Felagið hevur methøgt luttakaratal og nakrar ungdómslandsliðsleikarar. Harumframt hava fleiri vant við í FSF úrvalsvenjing.
Í inniverandi ári hevur felagið syrgt fyri nógvum ymiskum tiltøkum: Barna- og ungdómsvenjingar við besta liðnum, morgunvenjingar, stuðulsrenning, Sølvá Jansdóttir Joensen, summarvenjing, foreldrafundir, venjarakvøld, tilmeldingardag (har øll fáa klæðir), endaveitslu fyri ungdóminum, vetrarvenjing, Vildbjerg ferðir, Aalborg-leikir og Dala Cup. Álvarsemi og hugni kunnu gott ganga hond í hond.
Val av starvsnevnd og tiltakslimum:
Georges Rouah stóð fyri afturvali, men valdi ikki at halda fram. Fríði Reinert-Petersen hevur verið tiltakslimur og varð skotin upp. Hann varð eisini valdur. Rói Dalsá Olsen heldur fram sum tiltakslimur og Leif Andre Eliasen varð valdur til nýggjan tiltakslim.
Val av ungdómsnevnd og tiltakslimum:
Rógvi á Lakjuni og Jenny á Lakjuni stóðu fyri vali sum tiltakslimir. Mary-Ann Zachariassen, Palma Tausen og Pól Hans á Grønutúgvu. Øll vórðu afturvald.
Ymiskt:
Hvussu sær út við besta liðnum til komandi ár? Hvussu gongur við fyrireikingunum?
Felagið vil framhaldandi leggja dent á fíggjarliga partin og halda fram við menningini av besta liðnum. Tað er eisini galdandi fyri besta kvinnuliðið.
Drúgt orðaskifti um ungar leikarar og møguleikar teirra at spæla regluliga á hóskandi støði. Týdningarmikið at manna allar aldursbólkar.