Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.09.2025 08:29

Føroyska seyðahundalandsliðið kappast í EM í Tekkia

Savnsmynd (Eyp.fo)

Seyðahundasamband Føroya

Føroyska seyðahundalandsliðið er í hesum døgum statt í Tekkia, har tey luttaka í Evropameistaraheitinum fyri seyðahundar eini av størstu kappingunum innan seyðahundar.

Liðið er mannað við royndum og evnaríkum førarum og hundum, sum umboða Føroyar.

 Hetta er skráin fyri føroysku luttakararnar:

  • Hósdagin:
    • Tummas Jacobsen við tíkini Linn
  • Fríggjadagin:
    • Jónstein Petersen við hundinum Gripur
  • Leygardagin:
    • Tummas Jacobsen við hundinum Moss
    • Anna Sofía Fjallheim við tíkini Midge

Kappingin fer fram á vøkrum krevjandi landslagi, og luttakararnir skulu vísa framúr samstarv og tamarhald á hundunum fyri at fáa nógv stig.

Soleiðis gongur ein seyðahundakapping fyri seg – stig fyri stig

1. Outrun – Hundurin verður sendur út

Kappingin byrjar við, at førarin sendir hundin út í ein stóran boga (450 metrar) fyri at nærkast seyðinum, sum stendur langt burtur. Hundurin má ikki renna beint fram, men skal gera ein rundan boga, so seyðurin ikki verður bangin og flytur seg áðrenn hundurin er komin afturum. Hetta krevur gott tamarhald og skil hjá hundinum.

2. Lift – fyrsta kontakt hundurin hevur við seyðin

Tá hundurin er komin nær seyðinum, skal hann fáa seyðin at flyta seg róligt og støðugt. Hetta kallast “lift”, og tað er týdningarmikið, at seyðurin ikki verður stressaður.

3. Fetch – Seyðurin verður førdur til føraran

Hundurin skal nú føra seyðin beint til føraran, gjøgnum eitt port, uttan at seyðurin fer av leið. Hetta er ein av mest kritisku pørtunum, tí tað vísir, hvussu væl hundurin arbeiðir sjálvstøðugt og við tamarhaldi.

4. Drive – er at reka frá

Tá seyðurin er komin til føraran, skal hann førast gjøgnum fleiri portur á bøgnum. Hundurin arbeiðir nú meira í samspæli við føraran, og hetta krevur neyvt samskifti og góða stýring.

5. Shed – deila seyðir

Í hesum partinum skal hundurin skilja ávísar seyðir frá restini – t.d. tveir seyðir sum ikki hava nakað frámerki. Hetta krevur nærlagni og gott tamarhald, tí seyðurin má heldur ikki renna burtur.

6. Pen – Seyðurin í rættian

Hundurin og førarin skulu nú fáa seyðin inn í eina rætt. Hetta er ein krevjandi pørtunum, tí seyðurin vil ofta ikki fara inn, og tað krevur gott samstarv og róligt arbeiði.

7. Single 

Tá skal hundurin taka ein av tveimum sum hava eitt frámerki og halda seyðinum frá hinum inntil dómarin er nøgdur. 

Alt hettar hevur man 15 minuttir til.