Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.09.2025 10:17

Atgongumerki til Føroyar – Montenegro

Hondbóltssamband Føroya

Fríggjadagin 19. september kl. 10.00 koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin hjá kvinnum millum Føroyar og Montenegro til sølu. Dysturin verður leiktur leygardagin 18. oktober kl. 19.00 Við Tjarnir. Sølan verður á atgongumerki.fo.

Sitipláss til Føroyar – Montenegro eru atgongumerki, har setrini eru talmerkt, meðan standipláss eru atgongumerki, har ein kann standa í økinum kring gyrðingina handan áskoðaraplássini. Børn undir skúlaaldur slappa ókeypis inn, men mugu tá sita hjá einum vaksnum. Um tey ynskja egið setur krevur hetta atgongumerki. Møguleiki verður at keypa í mesta lagi 6 atgongumerki í hvørjum keypi.

Eitt sitipláss kostar 200 kr., meðan eitt standipláss kostar 150 kr. Eitt avgreiðslugjald kemur afturat í sambandi við keypið.

Føroyar byrja undankappingina á útivølli móti Íslandi mikudagin, tann 15. oktober, hareftir dysturin á heimavølli verður leygardagin, tann 18. oktober. Um áskoðarar hava áhugað at fara til dystin í Íslandi, ber til at seta seg í samband við HSF, umvegis hsf@hsf.fo fyri at tryggja sær atgongumerki. Fjórða liðið í bólkinum hjá Føroyum er Portugal og verða báðir dystirnir móti teimum í mars, í viku 10.