Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.09.2025 09:52

Endaði javnt millum FM vinnararnar 2024 & 2025

KÍ, sum alt annað líka fer avstað við FM-steypinum 2025, leikti í gjár málleysan javnleik móti verðandi FM-vinnarum úr Víkingi.

Víkingur kom til Klaksvíkar við einum skerdum hópið, har tríggir lyklaleikarar høvdu leikbann. Liðskiparin og veteranurin, Atli Gregesen, vinstri vongbakkur, Ingi Jonhardsson og miðvallarin, Aron Jarnskor Ellingsgaard, sótu tískil allir uttanfyri. Inn fyri teir komu Ingi Angrímsson, Begur Gregersen og Ragnar Skála.

Hóast ein stóran favoritleiklut undan dystinum, so megnaði KÍ ongantíð veruliga at seta seg á dystin, hóast teir høvdu bóltin mest. Bæði liðini høvdu møguleikar, KÍ hevði tó fleiri, meðan víkingar kendu seg snýttar av dómarinum, Alex Troleis, tá ið hann bert gav gult kort til Deni Pavlovic, eftir at hann hevði brúkt neyðbremsuna og varð síðsti maður, tá ið hann hálaði Jørgin Nielsen niður, sum varð leysur ímóti málmanninum.

Og munurin á liðnum var als ikki so eyðsýndur, tá ið havt verður í huga, at KÍ á heimavølli, við sínum 9 A-landsliðsleikarum í millum teir fyrstu 11, ikki megnaði at knógva einum skerdum og ungum víkingaliðið.

Komandi dystur millum hesi bæði liðini er løgmansfinalan, sum verður leikt á Tórsvølli tann 31. oktober.

Spjaldur