Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, var mikudagin á vitjan í Grimsby í Bretlandi. Umframt at fáa kunning um Grimsby og tøttu bondini til Føroyar, var endamálið at fáa innlit í tær avbjóðingar og møguleikar, sum merkja bretska marknaðin.
Torkil Davidsen, ið arbeiðir hjá Bakkafrost og er búsitandi í Grimsby, hevði lagt skránna til rættis í samstarvi við sendistovuna í London.
Vitjað varð hjá ymsum fiskakeyparunum og framleiðarum. Great Grimsby Fish Company og Fastnet greiddu frá framleiðsluni og vístu runt á virkinum. Feløgini keypa vanliga fisk úr Føroyum, og latið varð væl at dygdini á føroyska fiskinum. Júst hendan dagin var tíanverri eingin fiskur úr Føroyum orsakað av seinkingum í farmaflutninginum.
Í Alfred Enderby Smokehouse varð greitt frá arbeiðsgongdini at roykja hýsu og laks. Talan er um eitt av fáu roykivirkjunum, sum eru eftir í Grimsby. Dentur verður lagdur á dygd, og hildið verður fast við gamla háttin at roykja fisk, sum bæði geva fiskinum rætta smakkin, men eisini rætta litin, sum hevur stóran týdning hjá kræsnu kundunum.
Høvi var at síggja havnarlagið, har tað einaferð var stórt virksemi við fiskiskipum og skipasmiðjum, men sum í dag verður brúkt til annað virksemi serliga virking av innfluttum fiski.
Partur av økinum, sum áður hýsti m.a. framleiðslu av ísi til fiskaídnaðin og annað virksemi knýtt at mongu fiskiskipunum í økinum, er í stóran mun forfallið í dag. Greitt varð frá ætlanum um at endurreisa økið og at fáa nýtt lív og virksemi í gomlu bygningarnar.
Vitjað var eisini á Humber Seafood Institute, har m.a. Seafish heldur til. Seafish er ein almennur, óheftur, stovnur. Endamálið er at stuðla menning av bretsku fiskivinnuni m.a. við at stuðla undir og fremja altjóða handil við fiskavørum, at betra um hagtøl og nýskapan, og at økja um áhugan fyri fiski og fiskavørum.
Á Seafish greiddi stjórin fyri “Industry Engagement”, Gavin Hatton, frá ymiskum hagtølum um inn- og útflutning av fiskasløgum til og frá bretska marknaðinum greinað á fiskasløg, og um brúkaravanar hjá bretska keyparanum. Víst varð á, at ein avbjóðing í Bretlandi, eins og nógva aðrastaðni er, at brúkarin í ov lítlan mun velur fisk sum døgurðamat.
Eisini hitti landsstýrismaðurin umboð fyri University of Lincoln, National Centre for Food Manufacturing, ið hevur eina serliga deild í Grimsby við fokus á sjómat. Víst varð á átøk at førleikamenna fólk í fiskivinnuni. Eisini varð greitt frá ymiskum verkætlanum, m.a. um orkusparing í fiskaframleiðslu, og um hvussu meira kann fáast burtur úr fiskinum, sum kemur upp á land. Víst varð á, at verkætlanirnar altíð taka støði í tørvinum hjá vinnuni við tí endamáli saman at finna loysnir til ítøkiligar avbjóðingar.
At enda varð vitjað á Grimsby Fishing Heritage Centre, har tann vitjandi á áhugaverdari framsýning upplivir Grimsby og serliga, hvussu tað var at vera við fiskiskipi í Grimsby í 1950’unum.
Síðutrolarin Ross Tiger frá 1957, sum er varðveittur í sínum uppruna standi, er partur av savninum, og fekk landsstýrismaðurin og fylgi rundvísing umborð. Skipið var í síni tíð eisini nýtt til fiskiskap við Føroyar.
Við síðuna av Ross Tiger liggur Esther, ið varð latin savninum í Grimsby úr Føroyum í 1993, men hevur verið illa røkt, og sakk við kaiina í 2012. Savnið í Grimsby arbeiðir framvegis við at kanna, um til ber at fáa Esther upp og gjørda í stand. Tað hevur alla tíðina verið ætlanin, at Esther skuldi vera ein týðandi partur av savninum, men fíggingin vantar fyri at fáa verkætlanina gjøgnumførda.
Áðrenn farið var úr Grimsby, nýtti landsstýrismaðurin eisini høvið at heilsa uppá føroyska fótbóltsspælaran Géza Dávid Turi, sum í løtuni spælir við liðnum Grimsby Town. Staðfestast má, at tað ikki einans er dygdargóður fiskur, sum fer leiðina úr Føroyum til Grimsby. Eisini víkingar fara somu leið.

