Eiðis kommuna
Á bygdaráðsfundi 2. mai varð samtykt at heimasti partur av Korndalsvegi (Korndalsvegur 1-6) fær navnið á Knúgvunum. Hendan avgerðin er tikin í samband við at nýggjur innkomuvegur er til bygdina og hetta strekkið av Korndalsvegið er nú blindvegur.
Í sambandi við at navn skuldi finnast til hetta strekkið, varð heitt á Staðarnavnanevndina hjá Eiðis kommunu, at koma við einum tilmælið.
Í tilmælinum skrivar nevndin soleiðis:
Mánadagin 12-05-2025 heitti Eiðis Kommuna á Staðarnavnanevndina um at koma við uppskoti um nýtt navn til heimasta part av Korndalsvegi.
Staðarnavnanevndin viðgjørdi málið á fundi 27-05-2025.
Okkara uppskot er, at nevnda vegastrekki verður kallað
Á Knúgvunum
Viðmerkingar til navnið:
Á Knúgvunum er elligamalt navn fyri júst hetta staðið.
Vit síggja tað í sáttmálanum um býtið millum Norðurhelvt og Suðurhelvt frá 14. maj 1823. Har stendur m.a. um markið haganna millum:
… imellem Haugen og Kodlen skal være Johannes Nøst kaldet ned paa Hammeren op i Kirkegaarden og saa den lille Grøft imellem Knigvene og Faarene hvor samme gaar med sit Vandspring ned i den store Grøft ud gjennem Holmen og lige ud i Vandet.
Rasmus hevur umrøtt hetta í fyrilestri um Forarnar og sigur soleiðis við pápa sínum, Edvardi í Skorini sum keldu:
…Og sum vit síggja í hagabýtinum, so er millum Fornarnar og Knúgvarnar ein lítil veit. Henda lítla veitin hevur runnið suðureftir, móti Hamrinum. Og hinvegin oman ímóti Hólmanum hevur runnið ein eitt sindur størri veit. Knúgvarnir vóru vestan fyri veitina. Forarnar vóru eystan fyri veitina. Upprunaliga vóru tær niðasti parturin av akurlendinum, sum menn hava velt undan Torvstakki og Grindini.
Slættlendi, sum veitirnar runnu úr, var vátlendi og mýrukent.
Rasmus hevur skrivað soleiðis í staðarnavnasavninum hjá sær og pápanum:
Heiman (vestan) fyri kirkjuna er Forabøurin.
Úr útnyrðinghorninum á gamla endanum á verandi kirkjugarði og vesturyvir, heim móti húsunum hjá Sofusi (Sofus Andreassen) og Niclasi (Niclas Dahl) er á Knúgvunum. Hetta er mest sum farið undir nú, men enn skuldið nakað verið at sæð millum kirkjugarðin og garðin hjá Pidda (Petur Sofus Eidesgaard).
Tey gomlu søgdu, at fara eystur á Knúgvar.
Í staðarnavnakortinum, sum nú er alment, er navnið eisini við.
Vegastrekkið frá Kirkjuvegnum og oman til Korndalsbýlið eitur Foravegurm, so vit halda at tað er upplagt at «á Knúgvunum» aftur kemur til heiður og æru.
Vit halda eisini, at navnið er snøgt.”