Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.09.2025 21:06

Nógv virksemi hevur verið í badminton í summar

Mynd: Badmintonsamband Føroyar

Badmintonsamband Føroyar

Sum øllum kunnugt, so vóru oyggjaleikirnir á Orkney í juli. Og fingu vit besta úrslit nakrantíð.

Somu dagar, sum oyggjaleikirnir vóru, vóru tríggir leikarar við í Summer School í Vejen í Danmark, sum Badminton Europe skipar fyri.

Tey trý, Beinir Weihe, Sarita Kvilt og Símun Thorkildshøj Sigvardsen, umboðaðu Føroyar. Í eina viku vandu tey saman við bestu leikarunum í Europa í sínum árgangi. Tey trý siga, at tað var ein sera góð vika, og at tey lærdu nógv. Ferðaleiðari á túrinum var Rúni Weihe.

Síðst í juni luttóku 11 ungir badmintonleikarar í North Atlantic Camp í Íslandi. Hetta er samstarv millum Føroyar, Ísland og Grønland.

Leikararnir venja og hugna sær saman í eina viku. Tey knýta nýggj vinarbond, meðan tey gera tað, sum tey tíma og duga allarbest, spæla badminton.

Tey, sum vóru við í Íslandi vóru:

Boas á Reynatrøð

Jónas Festirstein Dam

Óðin Eldevig

Sólfinnur Funding Ludvig

Jóhannus Lamhauge

Tístram Hammer

Mannbjørn Eysturtún Mouritsen

Hansina Eysturtún Mouritsen

Inga Guðrin Samuelsen

Tóra Erlandsdóttir

Brynja á Borg

Ferðaleiðarar og venjarar vóru Jónas Vágsheyg og Joanita Vágsheyg.

Um 14 dagar byrjar kappingarárið aftur. Tá er fyrsta Grand Prix – kapping (GP) á skrá. Spælt verður á Giljanesi, og er MBF vertur. Spælt verður í U11, U13, U15, U17 gentur og dreingir, og vaksin kvinnur og menn.

“Vit gleða okkum til enn eitt spennandi kappingarár við nógvum ymiskum á skrá. Eitt nú skal U17 landsliðið luttaka í EM á Lanzarote”, sigur Katrin Jacobsen, forfólk í Badmintonsambandi Føroya.

Hon leggur afturat, at fyrireikingarnar til oyggjaleikirnar í Føroyum eru farnar í gongd, og eisini skulu vit vera vertir fyri stórari kapping Small States of Europe í oktober/november 2026.

Mynd: Badmintonsamband Føroyar