Landsbanki Føroya
Mánadagin 1. september leggur Búskaparráðið heystfrágreiðingina fram. Framløgan verður í Smæruni í Tórshavn klokkan 13.00.
Samstundis ynskir Búskaparráðið at kunna um, at ráðið hevur fingið nýggja heimasíðu, www.buskaparradid.fo, har eisini ber til at melda seg til tíðindabrøv frá Búskaparráðnum.
Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum, og at koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.
Limir í Búskaparráðnum eru:
Johnny í Grótinum, cand. polit., formaður
Jan Otto Holm, cand.merc. innan fígging og roknskap
Anja Rein, diplomútbúgving innan banka og MSc í leiðslu
Hans Ellefsen, PhD. í búskaparfrøði
Marjun Weihe Thomassen, cand merc. aef.
Skrivarauppgávan hjá Búskaparráðnum er við løgtingslóg løgd til Landsbanka Føroya at røkja.