Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.08.2025 10:40

Kvinnulandsliðið í hondbólti úttikið

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

Hondbóltssamband Føroya

Fyrireikingarnar til komandi EM-undankapping og HM-endaspælið byrja í september. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar leikararnar til venjingar í Føroyum 15. – 21. september.

Málverjar:
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)
Silja Arngrímsdóttir Müller, Neistin
Gylta á Neystabø, Kyndil

Útileikarar:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, VÍF
Karin Egholm, H71
Brynhild Pálsdóttir, BK Ydun (DEN)
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (DEN)
Hervør Niclasen, Neistin
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Pernille Brandenborg, Storhamar (NOR)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Elsa Egholm, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, VÍF
Marita Mortensen, HØJ (DEN)
Marianna Geirsdóttir Eystberg, BK Ydun (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Lukka Arge, H71

Luttaka frá mánadegnum 15. til mikudagin 17. september
Natasja Hammer, Stjarnan (ISL)
Ró Reginsdóttir, Neistin
Silja Geirsdóttir Eystberg, Kyndil
Sára Berg á Lag, H71
Elida Joensen, H71
Agatha Djurhuus, VB
Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF

Eftir hesar venjingarnar savnast kvinnulandsliðið aftur ó oktober í viku 42, har okkara spæla EM-undankapping móti Íslandi á útivølli og móti Montenegro á heimavølli. Í viku 47 í november er ein venjingardystur móti Íslandi á skrá, leygardagin tann 22. november Við Tjarnir. Eftir hetta ferðast kvinnulandsliðið til Trier í Týsklandi, har Føroyar spæla innleiðandi bólkaspælið í HM-endaspælinum. Leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út (lokalar tíðir):
Mikudagin 26. nov. kl. 20.30 Montenegro – Føroyar
Fríggjadagin 28. nov. kl. 20.30 Spania – Føroyar
Sunnudagin 30. nov. kl. 15.30 Føroyar – Paraguay

Enn eru atgongumerkið tøk til dystirnar hjá Føroyum og kunnu tey keypast her:
Get your tickets for the Handball World Championship 2025 now!