Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.08.2025 23:02

Bakkafrost nýggjur høvuðsstuðul hjá Støkk

Mynd: Fimleikafelagið Støkk

Fimleikafelagið Støkk

Støkk og Bakkafrost hava í dag undirskrivað høvuðsstuðulsavtalu. Rannvá Troest, forkvinna í Støkk, og Poul Andrias Jacobsen, marknaðarleiðari hjá Bakkafrost, undirskrivaðu stuðulsavtaluna, sum inniber, at Bakkafrost nú er høvuðsstuðul hjá Støkk í tvey ár.

Navigare og Holm Bygging halda fram sum undirstuðlar hjá Støkk komandi tvey árini. Avtalurnar vórðu undirskrivaðar av Dagbjørt Sólheim, næstforkvinnu í Støkk og Jüttu J. Olsen, HR-leiðara hjá Navigare og Monradi Holm Jacobsen, stjóra í Holm Bygging.

Intersport heldur eisini fram sum klædnastuðul.

Á myndunum sæst nýggji búnin hjá Støkk.