Ein føroysk fóbóltslegenda er um at leggja fótbóltsgaggurnar á hillina. Spurningur er bert nær tað verður – um tað verður nú leygardagin 30. august ella fríggjakvøldið 31. oktober!
Atli Gregersen, sum í dag er vorðin 43 ára gamla, hevur ríkað føroyskan fótbólt, bæði á og uttanfyri vøllin í næstan ein mansaldur.
Hann hevur verið liðskipari og stýrimaður í Víkingi í fleiri ár og hevur verið við frá byrjan tá ið Víkingur varð stovnað. Hann spældi eisini við GÍ áðrenn tað.
Hann hevur vunnið bæði FM-heitir og steypafinalur. Og so hevur hann seinasta árið, bæði í Betri deildini og í evropeiskum samanhangi, eisini leikt dystir á besta liðnum saman við soninum.
Hann leikti 59 A-landsdystir fyri Føroya og gjørdist fastur liðskipari eftir at Fróði Benjaminssen takkaði fyri seg. Ein uppgáva sum hann røkti fram til hann sjálvur gavst í 2019.
Fyrr í ár tók so Eyðun Klakstein, yvir sum landsliðsvenjari á A-landsliðnum. Við sær sum hjálparvenjara hevði hann Atla Gregersen. Teir báðir høvdu áðrenn staðið á odda fyri U21-landsliðnum.
Men ein av treytunum fyri, at Atli kundi gerast hjálparvenjari, var, at hann gavst at spæla fótbólt í Betri deildini og fyri besta liðið hjá Víkingi.
Skeringspunktið skuldi verða, tá ið evropeiska luttøkan hjá Víkingi var av, ella tá ið august mánaði var liðugur. Also mitt í kappingarárinum hjá Víkingi.
Ein avtala, sum fleiri hava undrast á. Og í seinastu hava alsamt fleiri og fleiri røddir verið frammi um hvussu løgin, og ikki sørt meiningsleys, hendan sokallaða semjan hjá Fótbóltssamband Føroya er skrúvað saman.
Um leikarin gevast nú ella um 2 mánaðir, hevur einki at siga, eru flest øll samd um.
Víkingur varð útsligið av Linfield FC 14. august og hildu mong at hetta varð endin hjá Atla í føroyskum fótbólti. Og av tí at hann heldur ikki varð á vøllinum ella á bonkinum móti NSÍ í Sarpugerði, í landskappingardystinum tann 18. august, so hildu mong at tey høvdu sæð Atla á vøllinum fyri seinastu ferð.
Men í vikuskiftinum, móti EB/Streymi, var hann aftur at síggja millum teir fyrstu 11.
Høvuðspersónurin sjálvur, Atli Gregersen, hevur onga viðmerking til støðuna í dag, men segði fyri Eysturoyarportalinum í juni, at hann fegin vildi sleppa at spæla í finaluni.
Meðan Brandur Jacobsen, formaður hansara í Víkingi, ikki vil úttala seg um støðuna, men dylir ikki fyri, at hann fegin sær fyri sær at Atli spælir hetta kappingarárið liðugt. Men vísir samstundis til FSF forsetan, Christian Andreassen.
Eysturoyarportalurin hevur í dag verið í samband við Christian Andreassen, forseta í Fótbóltssambandi Føroya. Hann er fáorðaður, men sigur, at málið verður viðgjørt í løtuni og at nærri verður at frætta tá ið ein niðurstøða fyriliggur.
Sum Eysturoyarportalurin skilur, so eru flest øll fótbóltsfeløgini, kanska undantikið eitt, ikki ímóti at Atli Gregersen spælir hetta kappingarárið liðugt, og sostatt fær ein virðuligan enda uppá eina langa fótbóltsyrkisleið.
Les eisini: Atli Gregersen: Eg vil fegin spæla finaluna