Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.08.2025 22:50

A-landsliðsúttøka mánadagin

Savnsmynd (Eyp.fo)

Mánadagin 25. august klokkan 10:00 verður skipað fyri tíðindafundi í Trinstovuni á Tórsvølli.

Á tíðindafundinum fer Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, at kunngera hópin til HM undankappingardystirnar móti Kroatia og Gibraltar, og Ólavur Mikkelsen fer at kunngera U21 hópin til EM undankappingardystirnar móti Íslandi og Luksemborg.

Manslandsliðið (HM 2026)

5. sept. Føroyar – Kroatia á Tórsvølli

8. sept. Gibraltar – Føroyar á Europa Point Stadion

U21 (EM 2027)

4. sept. Ísland – Føroyar á Thrótturleikvøllinum í Reykjavík

9. sept. Luksemborg – Føroyar á Frontiere Stadion