Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til sunnudagin á middegi.
Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, sum seinnapartin veksur upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin millum 8 og 13 stig. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og einstøk æl, í støðum sólglottar. Hitin millum 11 og 16 stig.
Sólarris: 05:50 Sólsetur: 21:07