Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.08.2025 18:07

Føroyskir tónar, matur og list á Menningarnóttini í Reykjavík

Tíðindaskriv/ Sendistova Føroya í Reykjavík

Í morgin, leygardagin, er árliga Menningarnóttin í Reykjavík, har býurin bjóðar upp á eina rúgvusmikla skrá av alskyns tiltøkum. 

Sum vant skipar Sendistova Føroya, saman við Tórshavnar kommunu sum er vinarbýur Reykjavíkar, fyri tveimum tiltøkum á mentanarnáttini – annað í býráðshúsinum og hitt í Hörpu.

Tiltakið í býráðshúsinum byrjar kl. 13, har borgarstjórin í Reykjavíkar Kommunu, Heiða Björg Hilmirsdóttir, bjóðar vælkomin og Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, setir tiltakið. Borðreitt verður við føroyskum mati og drekka, bólkurin Katari spælir nøkur løg og Gallarí Havnará sýnir list við Tórbirni Olsen og Zachariasi Heinesen. Síðani verður verður føroysk konsert í Hörpu (í salinum Kaldalón). 

Føroyska konsertin í Hörpu er við árunum blivin so væl umtókt, at hon er vorðin ein fastur táttur á skránni hjá Hörpu á Menningarnóttini. Lagt veður eftir at bjóða áhoyrarum eina breiða viftu av føroyskum tónleiki og í ár verða tað Sakaris, Katari og Blátt Gras sum framføra. 

Tiltakið í Hörpu byrjar kl. 15.45.