Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.08.2025 18:05

Galaxy: Starvsviðurskifti enn ógreið

Maskinmeistarafelagið

Tveir maskinmeistarar á Smyrli skulu skiftast um at vera umborð á Galaxy, men hvørki teir ella Maskinmeistarafelagið hava enn fingið nakað ítøkiligt at vita um starvsviðurskiftini, sjálvt um tænastan umborð er byrjað, og skipið fer í sigling í morgin

Maskinmeistararnir, sum skulu umborð á avloysaraskipið Galaxy, standa við einari rúgvu av ósvaraðum spurningum, nú tænastan umborð er byrjað, og skipið fer í sigling í morgin. Teir kenna seg avgjørt ikki tryggar við støðuna, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.

– Vit kunnu ikki nokta teimum at lýða tænastuboðini, teir hava fingið frá Strandferðsluni, tí tað hevur Fasti Gerðarrættur gjørt av. Men teir fara umborð uttan at vita, um starvsviðurskiftini eru í samsvar við sáttmálan ella føroyskar reglur yvirhøvur, tí skipið er kýpriskt og undir kýpriskari lóg, greiðir hann frá.

Annar maskinmeistarin hevur munnliga fingið at vita, at teir fáa maskinstjóraløn umborð á Galaxy, men tað er ikki lønarspurningurin, sum órógvar, leggur Arnfinn Bech dent á.

– Fyri okkum snýr hetta seg um, hvørt sáttmálaásetingarnar – ikki bara lønarásetingarnar – eru galdandi, og somuleiðis, um tær reglur og treytir, sum eru galdandi á teimum føroysku skipunum, ásettar eftir føroyskari lóg, eisini eru galdandi umborð á Galaxy. Hetta eru einfaldir spurningar, men vit fáa onki at vita um hetta, sigur hann.

– Í mínum eygum er talan um greitt sáttmálabrot, sigur Arnfinn Bech um ógreiðu starvsviðurskiftini á Galaxy

“Slett yvirhøvur ikki í lagi”

Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum sigur, at teir báðir maskinmeistararnir, sum skulu skiftast um at vera umborð á Galaxy eina viku í senn, skrivliga hava biðið Strandferðsluna svara nøkrum ítøkiligum spurningum um starvsviðurskiftini, men hava onki svar fingið.

– Hetta er slett yvirhøvur ikki í lagi, og í mínum eygum er talan um greitt sáttmálabrot, sigur Arnfinn Bech.

Málið var á skránni á nevndarfundi í Maskinmeistarafelagnum í gjár, men tað er avmarkað, hvat felagið í skundi kann gera, nú Fasti Gerðarrættur fyri einari viku síðan eftir eina skundviðgerð gjørdi av, at tænastubannið var óheimilað, sum Maskinmeistarafelagið saman við Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevði lýst móti Galaxy.

Ógreiða støðan hjá maskinmeistarunum á Galaxy bleiv viðgjørd á nevndarfundi í Maskinmeistarafelagnum í gjár, men tað er avmarkað, hvat felagið í skundi kann gera. Vinstrumegin borðið frammanífrá eru tað Arnfinn Bech, formaður, Regin M. Olsen, næstformaður, og Magni G. Joensen, nevndarlimur, og høgrumegin frammanífrá eru tað nevndarlimirnir Benjamin Hansen og Rógvi K. Hansen

Viðkomandi spurningar

Spurningarnir, sum maskinmeistararnir skrivliga hava sett Strandferðsluni, snúgva seg eitt nú um broytingar í starvsinnihaldinum samanborið við starvið umborð á Smyrli, hvønn teir vísa til umborð, hvørji ábyrgdarøkini eru, arbeiðstíðir, hvussu tryggingarviðurskiftini eru og í hvønn mun, starvsstøðan hjá teimum er umfatað av føroyskari lóggávu.

– Hetta eru alt ógvuliga týdningarmiklir spurningar at fáa svar uppá, tá tú fert umborð á eitt fremmant skip at arbeiða, enntá undir fremmandum flaggi og fremmandari lóg. Men almenni arbeiðsgevarin ønir ikki okkara limum aftur. Vit kunnu ikki nokta teimum at fara umborð, og nokta teir sjálvir, kann lønin helst verða afturhildin, meðan Fasti Gerðarrættur skal brúka mánaðir ella ár til at gera av, hvat sáttmálin sigur – tí tað er jú bara, tá eitt stríðsstig rakar áhugamálini hjá arbeiðsgevaranum, at mál verða skundviðgjørd í Fasta Gerðarrætti, staðfestir Arnfinn Bech.

Galaxy skal røkja siglingina um Suðuroyarfjørð í átta-tíggju vikur fyri Smyril, sum skal í dokk til 20 ára klassing á Fayard skipasmiðjuni í Munkebo á Fyn í Danmark.