Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.08.2025 09:08

Mannfólkavikuskiftið í Nesvík nærkast

Trúboðin

Aftur í ár er vælumtókta manslegan á skránni.  Hon verður í døgunum 12. – 14. september, og fyrireikingarnar til leguna ganga væl.

– Vit leggja nú seinastu hond á leguna, og gleða okkum til eitt fantastiskt vikuskiftið saman við 200 øðrum, siga fyrireikararnir, ið bæði vóna og vænta eina fullteknaða legu aftur í ár.

Føroyskur undurvísari í ár

Seinastu árini hava tað verið danskir undirvísarar á leguni, men í ár verður tað Bergur Debes Joensen, ið talar á leguni.

– Tað hevur eydnast sera væl við donsku talarunum, men vit hava nógvar góðar talarar og undirvísarar í Føroyum, og tí eru vit eisini sera spentir uppá at hoyra Berg á leguni.

Høvuðusyvirskriftin fyri leguna er “Ræðuskítur og reystmenni”, har Bergur fer at tosa um Pætur ápostul. 

– Tí Pætur ápostul er undarligur. Ryggleysur ræðuskítur og ramligt reystmenni. Hann erpar sær eina løtu og flíggjar burtur í bangilsi ta næstu. Hann talar við stórum orðum og gevur gylt lyfti. Løtu seinni svíkur hann so dyggliga. Kortini, so vendir Jesus sær ferð eftir ferð til hansara. Og á hansara herðar verður løgd serstøk ábyrgd, sigur Heðin Arge, sum er ein av fyrireikarunum, um Pætur og evnið á leguni.

– Tí verður spennandi at hoyra hvat Pætur lann læra okkum menn í dag, leggur hann afturat.

Umframt undirvísing verður eisini áhugatími, kór og gongutúrur á skránni.

Skal vera gevandi, uppbyggjandi, mettandi og undirhaldandi

Seinastu árini hevur manslegan verið fullteknað, og aftur í ár er ferð á tilmeldingunum.

– Hetta er ein lega, sum menn elska. Vit leggja stóran dent á, at tað er ein góður og gevandi boðskapur og undirvísing. Men fyri menn er matur eisini sera avgerandi, og tí er sjálvandi eisini góður matur á allari leguni, sum altíð er undirhaldandi frá byrjan til enda, greiðir Heðin frá.

Leygarkvøldið á leguni er stóra festkvøldið. Tá verður borðreitt við góðum mati og nógvum undurhaldi.

– Leygarkvøldið er kvøldið, har allir búkmusklar verða vandir, tí tá hugna vit okkum saman við mati, sangi og undirhaldi. Og vit tora eisini at lova, at tað aftur í ár verður nógv at flenna eftir, sigur ein spentur Heðin, sum gleðir seg til leguna.

FIFA krókurin er afturvendandi

Á leguni fara nógvir tímar til undirvísing og mat, men tað eru eisini nógvir tímar til hugna og stuttleika. 

Seinastu árini hevur FIFA krókurin verið eitt av tingunum, har nógvir tímar eru brúktir. Soleiðis verður allarhelst aftur í ár.

– Tað eru nógvir ungir menn á leguni, sum dáma væl at spæla FIFA, og tí royndu vit fyri tveimum árum síðani at gera eitt rúm, har til bar at brúka fríløturnar til FIFA. 

– Hetta eydnaðist væl, har bæði yngri og eldru menn spældu FIFA í nógvar tímar og langt út á náttina. So FIFA krókurin verður sjálvandi aftur í ár.

Til ber at melda seg til mansleguna á mission.fo/tilmelding.

Freistin er mánadagin 8. september.