Trúboðin
Í vikuskiftinum 15. – 17. august verður Bylgjan í Runavík, karmur um eina røð av møtum við evninum “Ísrael, profetiska orðið og endatíðin”.
Møtini eru úrslit av einum breiðum samstarvi millum kristnar felagsskapir, sum saman vilja seta fokus á Bíbilsku profetiini og týdningin av at standa saman við Ísrael.
Talari á møtunum verður norski Gordon Tobiassen, sum í meira enn 50 ár hevur virkað sum talari og undirvísari. Hann arbeiðir fulla tíð fyri tvørkirkjuligu rørsluna Orðið og Ísrael, og hevur í mong ár havt eitt serligt kall til at undirvísa um profetiska orðið og støðu Ísraels í Guds ætlan.
Tobiassen vitjar nú Føroyar fyri fimtu ferð, og fer at leggja dent á, hvussu kristin felagsskapir kunnu standa saman við Ísrael í eini tíð, har profetisk tekin gerast alsamt meira sjónlig.
Møtini verða hildin:
- Fríggjakvøld og leygarkvøld kl. 19:30
- Sunnudag kl. 17:00
Felagsskapirnir, sum samskipa møtini, eru: Missiónshúsið Tabor, Nebo, Lívsins Orð, Berøa, Glyvra Missiónshús, Elim, Keldan og Meinigheitshúsið á Skála.
Við hesum møtum verður lagt upp til ein sterkan andaligan felagsskap og djúphugsni um profetiskar sannleikar – og øll eru hjartaliga vælkomin.