Eysturoyarportalurin var framvið hotellinum hjá víkingaleikarunum fyri løtu síðani.
Meðan leikarirnir hvíla seg og hugsavna seg um torføru uppgávuna í kvøld, so eru teir tríggir, Álvur Joensen, Magni Jarnskor og Jóan Petur Olsen hart til arbeiðis.
Tá ið vit hittu teir tríggjar, vóru teir í ferð við at gera alt klárt til dystin í kvøld, har leikaratroyggir, venjingarbúnar og annað, varð pakkað niður og lagt í taskur, klárt at verða koyra út á leikvøllin.
Hesir eru liðleiðarar hjá besta liðnum hjá Víkingi og hava allir verið við leingi. Onkur meira og onkur minni.
Hóast ikki altíð so eyðsýndir, so eru hesir teir sokallaður mennirnir í “maskinrúminum”og hava ein sera týdningarmiklan leiklut í dagligdegnum hjá felagnum.
Álvur er tann sum hevur verið longst við á síðulinjuni, meðan hinir báðir eru nokk best kendir sum nakrir av berandi kreftunum í tiltikna GÍ liðnum í 80ínum og 90´inum.
Dysturin á Windsor Park í Belfast verður leiktur í kvøld kl. 19.45.
Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Conference League hava:
Eysturkommuna
Sp/F Stoyp
PRG
Form
TJ Smíð
TN Bygging