Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.08.2025 10:12

U19-menn: Javnleikur í rimmar dysti

Faroe Islands vs. Germany, IHF Men's Youth (U18) World Championship 2025, Cairo, Egypt, 08.08.2025, Mandatory Credit © Sasa Pahic Szabo / kolektiff

Hondbóltssamband Føroya

Føroysku U19-mennirnir reistu seg veruliga í dag, eftir stórtapið fyri Slovenia fyrradagin. U19-mennirnir spældu ein av teirra allarbestu dystum og fingu javnleik móti hondbóltsrisanum Týsklandi. Úrslitið gjørdist 28-28, eftir at Týskland var frammanfyri 15-13 í hálvleikinum.

Týskland var omaná í fyrra hálvleiki, men føroyska álopsspælið var gott, og komu okkara til møguleikar tey flestu álopini. Føroyska verjan og málverjin stríddist tó at fáa fatur fyrstu 15 minuttirnar, og komu týskarar lættari til málini. Tá okkara so brendu nakrar málmøguleikar blivur nøkur mál á muni. Føroyska verjan ernaðist tó so líðandi eftir føroyskt leikbrá, og fingu okkara samband aftur við týskarar. Liðini fóru til hálvleiks við 15-13 til Týskland.

Føroyar fingu eina frálíka byrjan uppá seinna hálvleik og komu uppá javnt eftir 35 minuttir. Liðini fyldust hereftir restina av dystinum. Føroyska verjan stríddist sum úlvar og var góð ferð á álopsspælinum. Pauli Rasmussen, á høgra bakki, legði eitt støðugt, hart trýst á týsku verjuna og trekti fleiri útvísingar, tá hann ikki sjálvur setti bóltin í neti. Føroysku vengurnir, Jákup Egholm og Magnus Árason vóru eisini eyðsýndir, har Jákup arbeiddi hart frammi sum eittari í verjuni og Magnus við 6 málum uppá 6 royndir av høgra vongi. Tað vóru bert smálutir, sum gjørdu, at dysturin ikki koppaði til Føroyar seinastu løtuna. Tekniskar villur í tveimum teimum seinastu álopunum og okkara máttu sláa seg til tols við javnleiki 28-28.

Eftir dystin var føroyski høgri vongurin, Magnus Árason, kosin besti leikari í dystinum. Magnus var eisini føroyskur toppskjútti við 7 málum uppá 8 royndir. Føroyar skulu spæla aftur í morgin, leygardagin kl. 10.45, tá mótstøðuliðið er Uruguay. Føroyar hava enn ein lítlan møguleika at vinna seg til meginumfarið, men tað krevur at Slovenia vinnur, helst við fleiri málum, á Týsklandi, og at Føroyar samstundis vinna stórt. Eydnast tað ikki skulu Føroyar spæla um 17. – 32. pláss í HM-endaspælinuim. Allir dystir kunnu stroymast á youtubekanalini “IHF competitions”.

Dystargongdin Føroyar – Týskland:
5 min. 2-4
10 min. 4-7
15 min. 6-10
20 min. 9-13
25 min. 12-14
30 min. 13-15
35 min. 16-16
40 min. 18-19
45 min. 20-21
50 min. 22-23
55 min. 25-26
60 min. 28-28

Málskjúttar hjá Føroyum:
Magnus Árason 7
Pauli Rasmussen 6
Torkil Debes Dahl 3 (3)
Jákup Egholm 3 (1)
Jón Midjord 3
Rúnar Hammer 3
Erlingur Erlendsson 1
Fríði í Innistovu 1
Lýðar í Dímun 1

Málverjar:
Ingi Johannesen 4 bjargingar, 19%