Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.08.2025 23:17

U17-kvinnur: Tap fyri Noreg

Mynd: Matchlens.me

Hondboltssamband Føroya

Munurin var á leið tann sami millum Føroyar og Noreg í dag, sum í fyrra dystin landanna millum í EM-endaspælinum. Noreg vann 33-17, eftir hálvleiksstøðuna 17-7.

Føroyar taptu 32-17 fyrr í kappingini móti Noreg, og vóru tað eisini tær, sum settu seg á dystin frá byrjan. Føroyar høvdu tað trupult í fyrra hálvleiki, og hóast okkara høvdu nógvar góðar ein-móti-einari støður, so var tað í nógvum førðum næsta avleveringin, sum ikki sat og fór á norskar hendur. Teknisku villurnar vóru heldur nógvar og fekk Noreg ov nógv løtt mál uppá skjótálop. Noreg skapti leiðsluna fyrstu 15 minuttirnar, men sýndu okkara góðan hugburð og komu betri við í seinnu helvt av fyrra hálvleiki og hildu stand fram til hálvleik, tá støðan var 17-7 til Noreg. Føroyar vóru betri við í seinna hálvleiki og gekk betri at skjóta mál. Dysturin gekk javnt á fyrstu 15 minuttirnar, áðrenn Noreg aftur økti til endaligu støðuna 33-17.

Eftir dystin var Bjørk Mariusardóttir kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Bjørk skoraði uppá allar sínar royndir og var trygg uppá brotskøst. Føroyar skulu nú spæla um plássini 21-24 í EM-endaspælinum og verða hesir dystirnir í morgin, fríggjadagin, og sunnudagin. Allir dystir kunnu stroymast á ehftv.com.

Dystargongdin Noreg – Føroyar:
5 min. 1-1
10 min. 7-2
15 min. 11-2
20 min. 14-4
25 min. 15-5
30 min. 17-7
35 min. 19-9
40 min. 21-10
45 min. 23-13
50 min. 27-14
55 min. 31-15
60 min. 33-17

Málskjúttar hjá Føroyum:
Bjørk Mariusardóttir 4 (3)
Vár Leo Mortansdóttir 3
Lív Berg á Lag 3
Meta av Fløtum 2
Herdis Højgaard Petersen 1
Poula Djurhuus á Neystabø 1
Arina Høgnadóttir Wang 1
Halla Haldansen 1
Lý Dávadóttir Magnussen1

Málverjar:
Femja Sámalsdóttir Soll 1 bjarging, 7%
Bjørk Germaine Rubeksen 5 bjargingar, 21%