Eysturskot
Carsten Joensen úr Eysturskot vísti eina knúsandi styrki, og Harry Mikkelsen saman við Torkil Eli Ternustein prógvaðu eisini sítt høga støði innan leirdúgvuskjóting
um vikuskiftið.
Carsten Joensen leveraði eisini ein serliga sterkan innsats í einstaklingakappingini, har hann eisini setti alla mótstøðu til viks. Hann vann á øllum, eisini á Íslendska stórmeistarin sum í ár er íslendskur meistari 4 ár á rað.
Tað hevur verið eitt fantastisk vikuskiftið hjá Eysturskot – ikki bara úrslitini, men alt vikuskiftið saman við skjúttum úr Íslandi og Danmark.
Alt byrjaði fríggjadagin, tá vit skutu eftir 75 leirdúgvum, og veðrið var framúr gott. Vit hildu fram leygardagin við teimum síðstu 75 leirdúgvunum, áðrenn vinnararnir í Viking Cup kappingini vóru funnir. Veðrið var gott fyrst á degnum, men tað bleiv meira og meira vindur út á dagin.
Tað endaði við, at Eysturskot varðveitti vakra steypið, sum varð gjørt í Íslandi til Viking Cup kappingina, i var hildin fyri fyrstu ferð í Blönduós í Íslandi í 2024. Eysturskot hevur nú vunnið steypið tvey ár á rað, og tað eru vit sera stolt av!
2. pláss fór til Ísland og 3. pláss til Eysturskot B.
Eysturskot. 398 dúgvur
Markviss.383 Dúgvur
Eysturskot B.374 Dúgvur
Eftir 150 leirdúgvur, fóru 5 teir bestu skjúttarnir víðari í eina finalu við 25 dúgvum. Tað gjørdist sera spennandi, tí Michael Bang Petersen úr Danmark hevði skotið 141 dúgvur áðrenn finaluna – og hesar dúgvurnar verða tiknar við inn í finaluna. Carsten Joensen úr Eysturskot hevði 140, og Guðmann Jónasson frá Markviss úr Íslandi hevði 136. Harry Mikkelsen og Torkil E. Ternustein høvdu báðir 129.
Tá finalan var liðug, var tað Carsten sum hevði tikið fyrsta plássið við at skjóta 23 dúgvur í finaluni (163 íalt) ímóti teimum 21 hjá Mr. Bang (162), so Carsten vann við einari dúgvu! Guðmann Jónasson skeyt 21 í finaluni og endaði á 3. plássi við 157. Harry Mikkelsen skeyt allar 25 í finaluni og endaði við 154. Torkil endaði á 5. plássi við 150.
Unglinga kappingina vann Elyass Kristinn Bouanba frá Markviss.
Silvuri tók Marius Gaardlykke við heim
Hettar er ein kapping sum Eysturskot og Íslendska felagið Markviss hava stápla á beinini, og er hon sera vælumtókt. Skjúttar vóru eisini og vitjaðu undir Vestmannabjørgunum, somuleiðis Rinkusteinar og nógv onnur støð.
Myndir: Eysturskot

